Nýtt bind um Leirvíkar søgu

Komandi sunnudag verður sólarkaffi aftur Leirvík. Hesa ferð verður 4. bindið av Leirvíkar bygdarsøgu lagt fram. Rithøvundurin, Martin Fjallstein, fór undir hetta bókaverkið á vári 2007, væl stuðlaður av virkjunum og bygdarráðnum. Nú er næstan komið á mál. Enn er 5. bind eftir við yngru fiskivinnusøguni, tónleiki, ítótt og slektsøguni á Áargarði, sum var tann størsti býlingurin í tí gomlu bygdini.

Í 4. bindi, sum er 525 síður, er tann fyrsti stóri parturin staðanøvnini úr fjøru og niðan á tindarnar, úr Gøtunesgjógv og inn á Skoragjógv. Hetta er lýst við staðanavnalistum hjá Peturi Mikkelsen og Hera Tróndheim og eisini við teksti og við mongum fotomyndum við staðanøvnunum sett á. Eisini eru staðanøvnini fram við landi handan fjørð, av Kallinum og suður á Borðoyarnes, við í hesum partinum, og somuleiðis stórir steinar, íbygdir steinar og glaðingarstøð. Harafturat verður greitt frá, hvussu fjøllini fyrr vórðu gingin.

Ýti, mið og rákaleiðir og bátasøgan eru aðaltættirnir í hesum bindinum. Ýtini eru sett á kort og greitt er frá teimum og miðum, plinkum og rákaleiðum í fjørðinum og í Suðurhavinum og á Norðurhavinum. Í hesum pørtunum er eitt ótal av frásagnum um góðar útróðrardagar, illveðurstúrar og um teir mongu eftir 1800, sum ikki slitu upp land. Eisini verður greitt frá kalvaleiðum, nótakasti, bátasmiðum og sjálvandi enda við søguni um Bátasavnið í bygdini.

Har útróður var, vóru handlar og fiskavirking. Eftir einahandilin komu úthandlar í bygdini, sum greitt verður frá, og hvussu aðrir handlar komu í hølunum á teimum.

Motorbátarnir loystu umleið 1912 áttamannaførini av til várróðurin. Umleið 1930 fóru teir at rógva við maskinbáti, sum gjørdist útróðrarbáturin mest sum burturav fram til krígslok. Rithøvundurin hevur funnið nógv tilfar fram um henda útróðurin við motorbátunum og maskinbátunum.

Umleið 1875 fóru teir fyrstu leirvíkingarnir til lands í Íslandi og aðrir til skips og ein partur gjørdist skipsmenn.

.