Sp/f INCRA v. Regin W. Dalsgaard í Havn er komin á marknaðin við einum nýggjum føroyskum produkti til reingerð av felgum.
Regin W. Dalsgaard sigur, at hann fekk hugskotið í samband við at hann hevur havt so trupult við at halda felgurnar á sínum egna bili reinar. Hann setti sær tí fyri at gera eitt produkt at reinsa at reinsa felgurnar við, sum var lætt og ómakasleyst at arbeiða við.
Produkti eitur Shiny Wheels - spray on wash of, og skal tað bert sproytast á felgurnar og skolast av aftur aftan á 3 minuttir.
Nógv er gjørt burtur úr at spraydunkarnir skulu síggja atraktivir út og vera lættir at handfara.
Framleiðslan verðuir gjørd saman við Kemilux, og í Føroyum verður tann lidna vøran seld gjøgnum Poul Michelsen.
Shiny Wheel kemur væntandi á marknaðin í næstu viku, og prísurin verður avgjørt kappingarførur. Produktið er royndarkoyrt við góðum úrsliti á bilasøluni Autoservice, sigur Regin, sum væntar, at teir koma at brúka hesa vøruna framyvir.
Annars er Shiny Wheel serliga ætlað til útlendska marknaðin, í fyrsta umfari Danmark og Ísland.