Tað var í síðstu viku, at genturnar byrjaðu at venja í kóri, og síðani eru gentur úr teimum eldru flokkunum í skúlanum komnar afturat, so at tær nú eru um 30 í tali. Tær hava vænt fleiri barnasangir hjá Hans Jacob Højgaard, og gentukórið verður eitt av trimum kórum, sum fer at syngja á konsertini í Fríðrikskirkjuni í dag kl. 18. Júst í dag eru 100 ár síðani tónaskaldið og kórleiðarin Hans Jacob Højgaard, sáli, varð føddur, og hesum hevur ymist verið gjørt burtur úr í heimbygdini hjá honum.
Tað eru teir báðir lærararnir, Mikael Johan Heinesen og Petur Hans Hansen, sum venja gentukórið, og teir eru ovfarnir av hvussu hugagóðar genturnar eru at syngja, og teir eru á einum máli um, at sangtilfarið er bæði nógv og gott.
Tá Hans Jacob Højgaard var lærari á Toftum frá 1929 til 1953, var bygdin kend fyri sítt barnakór, ið saman við teimum vaksnu javnan var á konsertferð kring landið. Nú kundi mangt bent á, at hetta nýggja gentukórið heldur fram eisini eftir føðingardagin hjá tónaskaldinum, sum lærdi nógvar av ommunum hjá teimum at syngja í kóri.
Á konsertini í dag fer Kirkjukórið hjá Mikael Johan Heinesen eisini at syngja sangir hjá tónaskaldinum av Toftum. Summir eru lítið kendir millum manna, og síðani fer eitt felagskór við gomlum og nýggjum sangarum at syngja nakrar sangir hjá Højgaard og onkrar gamlar norðurlendskar travarar, sum serliga vóru kendir á Toftum. Á konsertini stjórnar Mikael Johan Heinesen øllum trimum kórunum.
Í sambandi við 100 ára føðingardagin kemur fløgan "Gev heiðursljóð" út. Á henni eru ymsar upptøkur av kórum á Toftum og løgini hevur Hans J. Højgaard gjørt, og hann stjórnar tí mesta. Tær fyrstu fløgurnar koma til landið í dag og verða at fáa til keyps í kirkjukjallaranum eftir konsertina.
Myndatekstur:
Nýggja gentukórið á Toftum. Genturnar eru um 30 í tali