Nýtt graslíki á Eiðinum í Vági

Týsdagin byrjaði arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin vesturi á Eiðinum í Vági.

Týsdagin byrjaði arbeiðið at leggja nýtt graslíki á vøllin vesturi á Eiðinum í Vági.

 

Arbeiðið hevur gingið væl, og roknað verður við, at tað verður liðugt, og vøllurin handaður Vágs kommunu í næstu viku.

 

- Hetta graslíki er sera framkomið og kemur frá Domo Sportgrass, sum er størsti veitari av graslíki í Europa, siga tey í Føroya Møblasølu, sum standa fyri arbeiðnum i Vági.

 

Fyrr í ár stóð Føroya Møblasøla eisini fyri at legga graslíki á stóru Marghøllina í Vági, nú verður so hildið fram vesturi á Eiðinum í somu kommunu.