Nýtt heimsmet í forðarenning

Amerikanski rennarin Aries Merritt setti nýtt heimsmet í 110 metrar forðarenning á Diamond League-stevnuni í Bruxelles í gjárkvøldið. Hann brúkti tíðina 12,80 sekund um teinin, og tað var 7/100 skjótari enn tað gamla heimsmetið, sum kubanski rennarin Dayron Robles setti í 2008.

 

Aries Merritt greiður vinnari í gjárkvøldið. Landsmaður hansara Jason Richardson kom á mál sum nummar tvey við tíðini 13,05 sekund.

Tann 27 ára gamli Aries Merrit vann gull í 110 metrar forðarenning á olympisku leikunum í London í summar.

Ein annar skjótur maður var eisini í Bruxelles í gjárkvøldið. Usain Bolt úr Jamaica vann sum væntað kappingina á 100 metrum. Tíðin var 9,86 sekund.