Oljuleiting
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini sigur við Sosialin, at tað mesta av arbeiðinum í sambandi við 2. útbjóðing er liðugt. Okkurt smávegis er eftir at fáa uppá pláss, so hann heldur tað er sannlíkt, at loyvini kunnu latast mánadagin komandi. Men tað velds so aftur um, at alt er klárt og liðugt.
Sum skilst hevur gingið væl at viðgera umsóknirnar frá teimum 8 oljufeløgunum. Nú so stórt øki er boðið út kann roknast við, at feløgini hava søkt um nógvar ymsar teigar og tískil kunnu vit rokna við, at feløgini sum heild helst fara at fáa tey øki tey hava biðið um. Hetta vita vit tó ikki við vissu fyrr enn mánadagin.
Tað eru umleið fimm ár síðani, at fyrstu loyvini til leiting eftir olju og gassi vórðu latin oljufeløgum. Tá varð stórt hátíðarhald í Norðurlandahúsinum. Hesaferð verður tað ikki gjørt so nógv burtur úr men Sosialurin skilur, at loyvini fara at verða latin feløgunum við eitt hátíðarhald, sum helst verður seinnapartin mánadagin.
Feløgini, sum hava søkt um leitiloyvi í 2. útbjóðing eru: Statoil, ChevronTexaco, Shell, Dong, OMV, Faroe Petroleum, Atlantic Petroleum og Geysir.
Týsdagin 18. Januar verður oljuráðstevna í Norðurlandahúsinum og tá verður 2. útbjóðing ein týðandi partur av skránni.