Nýtt lív í gamla flogvøllin

Partur av gomlu farstøðini skal gerast til filmsstudio

Tá upptøkurnar til nýggja filmin Sonur Fuglaveiðumansins byrja í apríl næsta ár, verða nakrar av upptøkunum í einum nýggjum filmsstudio, sum verður gjørt í gomlu Farstøðini á flogvøllinum.

- Hetta er ein fantastiskur møguleiki hjá okkum. At vit kunnu búgva á Hotel Vágum, gera upptøkur í Gásadali og í Bø um morgunin og síðani gera upptøkur inni í gomlu farstøðini seinnapartin, alt innan fyri eini 5-10 minuttir at koyra, betri umstøður finna vit ikki, sigur Göran Lindström, framleiðari.

 

Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága floghavn, váttar søguna.

- Jú, hatta er okkara stuðul til filmsverkætlanina. Mittast parturin av gomlu farstøðini, har sum matstovan var, verður ikki brúktur í løtuni. Tí hava vit valt at lata tey sleppa inn har at gera upptøkurnar, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Hann sigur, at filmsfelagið sjálvt má gera leikpallirnar, men at tey sleppa at brúka gomlu farstøðina ókeypis.

- Hetta fer at skapa enn meiri virksemi her vesturi, og tað haldi eg er vert at stuðla, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri.

 

Talan verður um eini 35-40 fólk, sum vera við í upptøkuarbeiðinum, tá upptøkurnar byrja í apríl og svenski leikstjórin væntar, at eini 15-16 av hesum vera føroyingar.

 

Arbeiði at fyrireika filmin byrjaði í 2012. Upptøkurnar verða næsta ár og frumframførsla verður eftir ætlan í februar 2019.