Nýtt missiónshús byggjast í Gøtu

Fitta og hugnaliga missiónshúsið, sum hevur ligið dygst uppi við landsvegin við Gøtugjógv síðani 1924, er nú vorið ov lítið og ótíðarhóskandi.

Húsið varð laðað upp við betongsteinum, og tí vóru eisini nógvar rivur í vegginum. Salurin rúmaði bert 80 fólkum.

Upprunaliga ætlanin var at byggja aftrat verandi húsi, men hesum sýtti Landsverk fyri. Landsverk gav ikki loyvi til um- ella aftratbygging, um húsið ikki varð flutt í minsta lagi 25 metrar frá vegmiðjuni.

Hetta ger so, at nýggi bygningurin verður bygdur í tveimum hæddum - við kjallara, miðhædd og einum lítlum lofti. Salurin kemur at rúma 130 fólkum.

Fleiri onnur hølir verða knýtt at verkætlanini, sum fer at gera nýggja bygningin væl nýtiligan til ymiskt annað í sambandi við virksemið hjá missiónshúsinum.

Tíðarætlanin er nógv tengd av fíggjarorkuni, men vónað verður, at nýggja missiónshúsið stendur liðugt um eini trý til fimm ár.

Orð & Myndir: Dávur Winther.