Nýtt multi-stadion á Amager

Fremad Amager Invest, sum er felagið handan FC Amager, er nevnliga annar av partaeigarunum í nýstovnaða Copenhagen Multiarena.

Hvørki Todi Jónsson, stjóri, ella Heini Zachariassen, nevndarformaður í Fremad Amager Invest, vilja gera viðmerkingar til málið, men seinasta árið hava danskir fjølmiðlar fleiri ferðir róð uppundir, at Fremad Amager hevur ætlanir um at byggja spildurnýtt Stadion.

Stjóri í felagnum Brian Mollerup, sum eisini var høvuðsmaðurin handan stóra hondbóltsprojektið í Slagelse, sum setti heilt nýggjar standardir fyri, hvussu ítróttur kann branda og seljas eg mótvegis vinnulívinum.

Ttað er eingin loyna, at skal FC Amager klintra upp í donskum fótbólti, er Sundby Idrætspark ikki nóg mikið. Seinast Fremad Amager var í superliguni, mátti felagið flyta nakrar av heimadystum sínum, tí ljósið á Stadion ikki er nóg gott til sjónvarpsupptøkur.

Hartil eru í dag UEFA-krøv, sum púra neyvt áseta, hvørjar treytir slík stadion skulu lúka, og tað skal stórarbeiði til, um Sundby Idrætspark skal røkka hesum.