Nýtt portur inn í føroyskt

Oddagrein:

Orðabókin er eitt hitt hentasta amboð í gerandisdegnum. Skúlar, vinnulív, bókliga áhugaðir einstaklingar, ferðandi og mong onnur hava dag og dagliga brúk fyri orðabókum. Í Føroyum hevur tørvurin verið sera stórur í mong ár á so at siga øllum økjum. Samstundis, sum vit ásanna hendan stóra tørvin, kunnu vit staðfesta, at støðan er heilt nógv batnað seinastu árini. Vit hava fingið stóru móðurmálsorðabókina, vit hava fingid danskt-føroyskar orðabøkur, enskt-føroyskar eins væl og føroyskt enskar orðabøkur, samheitaorðabók og aðrar orðabøkur.? ?Hetta er alt samalt sera gott og gagnligt, serstakliga fyri skúlarnar og vit hava einstøkum eldsálum so væl sum almennum stovnum nógv fyri at takka í hesum sambandi. Nú er so komin enn ein nýggj orðabók nevniliga ein sponsk-føroysk og nú ber til at leita fram føroysk orð beinleiðis úr sponskum. Talan er um nýggja skúlaorðabók og øll fegnast sjálvsagt um hetta góða tiltak. Jógvan í Lon, kendur málfrøðingur, nevnir nýggju orðabókina fyri at vera eitt nýbrot í føroyskum orðabókaarbeiði.?Tað eru tær báðar Randi Meitil og Birgit Remmel, málfrøðingar og lærarar í sponskum og føroyskum, ið hava gjørt nýggju orðabókina. Bókin er serliga ætlað miðnámsskúlunum. Í bókini eru útvald leitiorð, ið eru mest viðkomandi hjá miðnámsskúlanæmingum og øðrum, ið vilja læra spanskt.??Í sambandi við framløguna varð upplýst, at á hvørjum ári læra á leið 200 føroyingar seg spanskt á miðnámsstøði. Við nýggju orðabókini hava føroyingar, sum læra seg spanskt sostatt fyri fyrstu ferð møguleika at leita upp føroyskar týðingar beinleiðis úr sponskum uttan at noyðast umvegis danskt fyrst. ?Talan er sostatt sum Jógvan í Lon, málbar seg við framløguna av bókini um eitt beinleiðis portur, ið nú er latið upp úr sponskum inn í føroyskt. Hetta er ein stór hending, tá hugsað verður um, at spanskt telist millum heimsins størstu mál, sum Jógvan í Lon í sama viðfeingi vísti á. Vit kunnu bert vera samd við honum í hesum.? ?Sama dag, sum nýggja orðabókin kom út, gjørdist orðabókaportalurin hjá Orðabókagrunninum tøkur í nýggjum í sniði. Sum fyrsta skúlaorðabókin hjá Orðabókagrunninum hevur spanska orðabókin sítt serliga pláss á nýggja portalinum. Hesin portalur skal geva telduatgongd til allar tær orðabøkur, ið Orðabókagrunnurin gevur út – teirra millum móðurmálsorðabókina. Samantikið ein stór og gleðilig hending, men sum alt ið hevur við føroyskt mál at gera er ymist í tekstinum, sum undrar, eitt nú at kann ein sakna konsekvens í landafrøðiligum o.ø. heitum. Hetta kann ørkymla brúkaran av hesi annars frálíku bók. Hinvegin er hetta jú ein vanligur trupulleiki hjá okkum og lýsir hetta bert tørvin á einum skipaðum málpolitikki. Ein slíkan málpolitikk fáa vit vónandi, eftir at Løgtingið í heyst hevur havt aðalorðaskifti um málpolitikkin í framtíðini. Tá hetta er sagt, so skulu vit samstundis takka Randi Meitil og Birgit Remmel fyri avrikið – bókin fer ivalleyst at verða næmingum og lærarum til gagns.?