Einki er avgjørt fyrr enn veljarin hevur talað. Polariseringin, ið vit sóu til fólkatingsvalið tænir ikki framtíðar menningini í Føroyum. Hon bara styrkir ósemjuna og víðgongdu sjónarmiðini. Tað hava vit ikki brúk fyri. Vit hava brúk fyri politikarum,ið kunnu reka konsensuspolitikk og røkka realistiskum semjum. Tíðin eigur at verða farin frá at síggja alt sum antin svart ella hvítt.
Givið er at andstøðan kemur at mynda nýggja landsstýrið so ella so. Og her er okkara boð, at størsti andstøðuflokkurin, Javnaðarflokkurin kemur at standa á odda fyri komandi landsstýri, tí hann vil semju við aðrar flokkar tvs. konstruktivan konsensuspolitikk.
Javnaðarfl. og Sambandsfl. kunnu fáa meiriluta einsamallir, men tað kunnu Javnaðarfl. og Tjóðveldisfl. eisini. Kemur flokkurin í ta lyklastøðu, at hann kann velja, hvønn hann vil samstarva við, er sumt, sum togar móti Sambandinum og sumt móti Tjóðveldinum. Men íbáðum førum mugu hesir báðir polariseringsflokkar taka týðandi fet nærri miðjuni og seta konsensuspolitikkin fremst.
Hóast ein virðiligan leiðara í løgmanni, liggur Fólkaflokkurin, sum hann hevur reitt. Hann átti at vitað betur, tá hann legði seg í føvningin á Tjóðveldisfl. eftir síðsta val.Megnar Fólkafl. at sleppa heilskapaður úr valinum kann henda, at vit fáa eina trýflokkasamgongu millum A,B og C. Men tá krevst, at C er størstur fyri at fáa javnvág í høgra-vinstra. Smærri flokkarnir kunnu tó broyta alt hetta. A,B og C tykist at verða ein møguleiki, ið ikki skal útilokast. Tess nærri vit nærkast valinum tess nærri nærkast Tjóðveldisfl. síni oyðimarkagongd, nú leiðslan og strategar hennara leggja sjógv til allar aðrar flokkar. Vil hann í Tinganes má hann lata gomlu politikararnar blíva hoyrdar aftur í flokkinum. Teir, ið vilja samstarv og semju við aðrar. Valið verður tí eisini ein uppgerð innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum. Ein sigur fyri sjálvrættvísu leiðsluna kann lættliga gerast ein ósigur fyri flokkin.
Sosialurin