- Vit umboða serfrøðina, sum hevur sítt dagliga yrki á sjónum. Fiskimenn eru til staðar, tá broytingar henda, eygleiða, síggja ábendingar og broytingar í náttúruni beinanvegin, tá hetta hendir. Fiskimenn hava týdningarmikla vitan, sum er týðandi fyri at fáa eina heildarmynd av støðuni hjá fiskastovnunum undir Føroyum.
Tað sigur Fiskidaganevndin, sum týsdagin handaði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, sítt tilmæli fyri fiskidagar næsta fiskiár. Eins og Havstovan hevur Fiskidaganevndin eisini gjørt tilmæli fyri eitt heilt fiskiár, hóast nýggj fiskivinnuskipan skal koma í gildi á nýggjárinum, og næsta fiskiár - eftir øllum at døma - tí bara verður fýra mánaðir.
- Kanningin, sum vit hava gjørt millum fiskimenn í 2017, eins og aðrar kanningar, sum eru gjørdar av saltinnihaldi, tøðum, hita, æti í sjónum og tilgongd av fiski, benda greitt á, at náttúruumstøðurnar eru við okkum í løtuni.
Fiskidaganevndin heldur nógv benda á, at viðrákið í náttúruumstøðunum, sum hevur verið seinastu 2-3 árini, hevur ført við sær, at fleiri av týðandi botnfiskastovnunum eru í vøkstri, og meta fiskimenn sum heild, at fiskurin er feitur, fiskastovnarnir eru betri fyri, og tilgongdin er hampilig ella góð.
- Fiskimenn vísa á, at nógv meiri æti er at síggja nú enn undanfarin ár, og nebbasildin er í støðugum vøkstri fjórða árið á rað - eftir at nebbasild mest sum ikki hevur verið at sæð árini 2011-2013. Í kanningini, sum vit hava gjørt, verður eisini víst á, at triðja árið á rað sær tað betri út hjá toskinum. Meiri er til av toski, og toskurin er feitur. Eisini verður mett, at tilgongdin er hampilig.
Fiskidaganevndin leggur aftrat, at hýsustovnurin er í støðugari framgongd, eftir at støðan hevur verið vánalig í fleiri ár. Hýsan er eins og toskurin sera feit, og tilgongdin er munandi betur í ár enn undanfarin ár, og meta fiskimenn støðuna hjá hýsuni at vera góða í mun til undanfarin ár.
- Hvat viðvíkur upsanum, so meta fiskimenn, at stovnurin er hampiliga væl fyri. Tað er nógvur smáur upsi at fáa, men eisini fitt av miðal stødd. Hinvegin eru tað eina mest snellubátar, sum fáa stóran upsa, og tí er ein spurningur, sum er verdur at kanna nærri: Hvar fer tann stóri upsin?
Lagt verður aftrat, at í samband við gýtingina, er ikki sami fiskiskapur, sum tað plagdi at verða. Tað tykist sum, at upsin er meir spjaddur – og ikki so samlaður, sum hann plagdi at vera. Upsin er feitur, og meta fiskimenn, at tilgongdin er batnandi annað árið á rað.
- Fyri flest onnur fiskasløg, lata fiskimenn eisini hampiliga væl at støðuni. Sum heild lata fiskimenn væl at í samrøðukanningini fyri 2017. Allur fiskurin er sum heild sera feitur, nógv er at eta, og eru tískil góðar vónir til framhaldandi framgongd í komandi tíðum.
Niðurstøðan hjá Fiskidaganevndini er, at hon mælir til óbroytt fiskidagatal, sum hevur verið galdandi fyri fiskiárið, sum nú er farið at halla.