Arbeitt hevur verið við eini ætlan um at gera eitt stórt áskoðaraskýli við verandi fótbóltsvøll inni í býin.
Henda ætlanin varð kortini seinni slept, tí hon í fyrsta lagi gjørdist ov kostnaðarmikil og í øðrum lagi kom at skemma umhvørvið kring vøllin.
Ístaðin er løgd fram ein onnur ætlan um ein størri ætlan við einum stadion á Kambsdali. Henda ætlanin fer helst at kosta omanfyri 15 mió. kr.
Upplýst verður, at býráðið ætlar at seta pening av á hvørjum ári til hetta endamálið.