Nýtt Teitur lag á netinum

Í sambandi við útgávuna av nýggju teitur.com, lovaði Teitur at hvørja viku í eitt heilt ár, Lagið hesa vikuna er eitt fitt trubadur lag, ið eitur Cat On A Chimney. Teitur leggu demo upptøkur, konsertupptøkur og goymdar gimsteinar av ymsum slag á síðuna. Fyrsta lagið varð lagt út umleið 20. februar, hetta var Your Great Book, og hetta lagið lá yvir ein mánað á síðuni. Planet.fo hevur ikki vitja síðuna seinasta mánaðin, men vit kundu í morgun staðfesta, at nú var eitt nýtt lag á síðuni. Um hetta er annað, triðja, fjórða, fimta ella sætta lag vita vit tó ikki. Men vit kunnu staðfesta, at hetta er eitt fitt lag.

 

Hoyr lagið á teitur.com