Bygningurin verður umleið 650 fermetrar til støddar við allari nútímans útgerð, ið skal til fyri at nøkta øll ynski, ið ein framkomin bilasølu- og tænastuverkstaður eigur at hava í dag.
? Grundøkið er umleið 2.300 fermetrar til støddar, so her skuldi verið munandi betri hjá viðskiftafólki at komið framat í mun til verðandi umstøður, sigur Árni Rasmussen, stjóri hjá Reyni Service.
Tað er ikki greitt enn, hvussu nógv fólk fara at starvast í nýggju hølunum, men roknað verður í fyrsta umfarið við fýra til seks fólkum.
? Vit síggja fram til at kunna veita eina enn betri tænastu við nýggju umstøðunum og bjóða bæði norðingum og teimum hinumegin tunnilin vælkomnum, sigur Árni Rasmussen.