Náttúru karmurin á Vágsei?i er sum onga a?ra sta?ni, har fótbólur ver?ur spældur. Kanska mótmæla teir á Mølini á Ei?i av røttum, men annars kemur eingin í nánd av Vágsei?i, har undirlagi? nú eisini ber gó?ar møguleikar fyri fótbóltsspæli vi? sær.
Mikukvøldi? var d?rdarve?ur, tá i? vágbingar settu tr? stig afturat á kontina og harvi? tóku stórt fet rætta vegin.
Merkisvert var ta?, at heimasigurin var? vunnin vi? fleiri n?ggjum spælarum á li?num. Evnini hava veri? ey?s?nd, men higartil hava fleiri teirra ikki veri? fastir menn. Hesa fer? var pláss í verjuni fyri Kára í Lágabø og á mi?vøllinum fyri Poul N. Poulsen, og John Poulsen var? settur á vøllin fyri Palla Augustinssen, sum saman vi? Mortan úr Hørg telist millum stu?ulsspælararnar.
Men ta? vóru tveir, sum í sólini skinu meiri enn allir hinir. Mindaugas er ein framúr álopsspælari, og ta? sta?festi hann enn eina fer?. Bjarni Johansen hevur veri? VB hentur í sekstan ár. At hann framvegis er ein meistari millum stólparnar, var? enn eina fer? undirstrika. Hann hev?i einar f?ra heilt framúr bjargingar. Eitt nú fepur bjarga?i hann, sum ta? plagar at ver?a tiki? til, tá i? Andy Olsen, sum mundi vera ein tann ey?s?ndasti í annars tannleysa NSÍ álopinum, royndi seg vi? stútara úr fimm metrum.
Málini
Dan Djurhuus, sum mi?skei?is í 2. hálvleiki tiltuska?i sær púra óney?ugt reytt kort, setti hol á, tá i? stórt korter var fari?. Mortan úr Hørg leg?i innfyri úr høgru og aftur um handara stólpan, og úr stórari fjarstø?u stúta?i álopsma?urin í bleytum boga í handara sí?u.
Fer?in var stór, og møguleikarnir vóru nógvir. Men einki mál kom afturat í 1. hálvleiki. Eftir ste?gin økti Mindaugas bæ?i til 2?0 og 3?0, og í bá?um førunum átti hann sjálvur nógv størsta partin av avrikinum. Í fyrra førinum spældu Mortan úr Hørg og Palli Augustinussen skjótt fram í høgru, og hóast hann hev?i tríggjar álopsspælarar kring seg megna?i Mindaugas at snei?a seg leysan og skjóta mál. Í seinna førinum var finkulin í høgru rættuliga spískur, men kortini megna?i vandamikli ma?urin at gera seg leysan og at skjóta mál.
Fyri VB var ta? sera t?dningarmiki?, at teir øktu til 3?0. Stutt frrmmanundan var Dan Djurhuus útvístur. NSÍ leg?i ógvusligt tr?st á sí?sta hálva tíman, men teir fingu bara eitt mál. Ta? skora?i Ian Højgaard, eftir at Helgi L. Petersen, sum hesa fer? var mi?framherji hev?i roynt seg, og Bjarni Johansen hev?i hálvbjarga?.
NSÍ royndi og royndi, og teir spældu væl úti á vøllinum. Men frammanfyri máli? vóru teir sørir, og tá i? ta? endiliga eydna?ist, so var Bjarni Johansen meistarin.
VB?NSÍ 3?1 (1?0)
1?0: Dan Djurhuus 18.
2?0: Mindaugas 63.
3?0: Mindaugas 73.
3?1: Ian Højgard 74.
Dómari: Birgir Sondum
VB: Bjarni Johansen ? Mortan úr Hørg, Ey?un Jacobsen, Anders Nielsen, Kári í Lágabø ? Palli Augustinussen (John Poulsen, 85.), Poul N. Poulsen, Milan Kuljic, Símun Samuelsen (Jón Pauli Olsen, 60.) ? Mindaugas, Dan Djurhuus
Gult kort: Mortan úr Hørg, Poul N. Poulsen
Reytt kort: Dan Djurhuus 65.
NSÍ: Jákup Emil Hansen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Dánial Hansen, Sjúr?ur Jacobsen (Eddie Mikkelsen, 83.) ? Gert Langgaard (Áki L. Hansen, 79.), Kári Hansen, Ian Højgaard ? Andy Olsen, Helgi L. Petersen, Jónstein Petersen
Gult kort: Kári Hansen, Alexander Jovevic