Nýtt ungdómskór byrjar í Klaksvík

Týskvøldið í næstu viku byrjar eitt nýtt kirkju- og ungdómskór í Christianskirkjuni í Klaksvík.

Tað eru hjúnini Jóhanna og Ólavur Johannessen, saman við Magni Husgaard um fara at taka sær av hesum kórinum.

- Kórið fer at venja bæði sálmar og sangir. Hesir verða ílætnir ein lættari búna, fyri eisini at fáa ungdómin við í kórið, verður sagt.

Øll sangáhugaði eru hjartaliga vælkomin at vera við í kórinum.

Tey, ið ynskja at vera við í kórinum, eru vælkomin at siga frá hjá Jóhannu Johannesen, sum annars er urguleikari við Christianskirkjuna.

Fyrsta venjingin verður týskvøldið 10. januar og byrjar hon klokkan 20.