Nýtt videolag frá Heiðriki á Heygum

Enn eitt nýtt videolag er nú komið frá Heiðriki á Heygum. Talan er um lagið Maria's Donkey, og er tað filmað í Føroyum og í Danmark

– Hetta er triðja lagið frá mínari uppsamling, »Black Mountain«. Hendan verkætlanin hjá mær snýr seg um at geva út alla mína nýggju fløgu sum videoløg, sigur Heiðrinur á Heygum.

 

Hann sigur eisini, at í komandi mánaði fer hann undir at gera videolag fyri Eivør Pálsdóttir til lagið »True Love«.

 

Lagið hjá Heiðriki á Heygum kann síggjast og hoyrast niðanfyri: