Klokkan er hálvgum eitt leygarnátt, og undirritaði hevur sett kósina oman í hølini hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, har eg skal møta seks fólkum, sum hava boðið seg fram til at ganga runt í havnargøtum í nátt, fyri at gera, hvat tey megna soleiðis at ungdómurin skal hava eitt trygt og gott kvøld í býnum í nátt.
Jú, kaffið varð runnið niður, tá ið eg kom oman, og náttarravnarnir vórðu í ferð við at gera seg kláran til at fara í býin.
Taktikkfundur
Júst sum fótbóltsleikarar, so møttu vit ein hálvan tíma áðrenn farið varð í gongd. Fyrst skuldu náttarravnarnir skifta í teir eyðkendu jakkarnar, og so taktikkfund aftaná.
Carl August Arge, formaður fyri náttarravnarnar, var sjálvur ein av teimum, sum skuldi út at ganga hetta kvøldið. Allir náttarravnarnir fyltu jakkalummarnar við bæði karamellum og hítum, sum tey so kundu býta út runt í býnum, um tørvur var á tí. Carl A. Arge býtti síðani fólkini sundur í tveir bólkar, har hann sjálvur var við í øðrum. Annar bólkurin hevði til uppgávu at ganga runt í Gundadali, eftir sum dansur var í badmintonhøllini, meðan hin bólkurin kom at ganga niðri í miðbýnum. Bólkarnir skuldu síðani býta um pláss eftir at kaffi varð drukkið um trý-tíðina.
Sum vanligt, áðrenn farið var avstað, las Carl August teir fimm gyltu reglarnar hjá náttarravnunum upp. Hann legdi dent á, at tey ikki skuldu blanda seg ov nógv uppí har tey ungu hildu til, men bert eygleiða tað sum fór fram og ikki fara inn í nakað dansihøli. Eisini skuldu tey syrgja fyri at hjálpa ?strandaðum? heim, um brúk var fyri tí.
Fyrstu tekini
Sjálvt um veðrið ikki var nakað serligt, so fóru teir seks náttarravnarnir út í býin við góðum treysti. Men tað vórðu eisini seks ikki sørt fjálturstungnir náttarravnar, sum óttaðust fyri, hvussu tey ungu fóru at taka ímóti teimum.
Men tað skuldi skjótt vísa seg, at einki var at óttast fyri. Serliga fyrsta løtan av kvøldinum var friðalig, tað var ikki nógv fólk úti í havnagøtum. Tey flestu høvdu helst valt at halda seg innandura, so sum veðrið var.
Annar bólkurin helt beinanvegin leiðina í badmintonhøllina meðan hini skuldu ganga niðri í býnum, til tað var tíð at fáa sær ein kaffimunn.
Bólkurin hjá Carl August hevði fyrstu vaktina niðri í býnum, har var friðaligt og ikki so nógv fólk til gongu. So teir nýggju náttarravnarnir kundu róliga koma inn í rútmina.
Men tey fyrstu tekini um, at tey eru sjónlig skuldu skuldu skjótt vísa seg, tí næstan hvør persónur í bili hevði eyguni leingi eftir fólkunum í teimum gulu jakkunum, ja onkur næstan ov leingi . . .
Eisini fólkini í klubbagarðinum og í gongugøtuni løgdu beinanvegin merkis til náttarravnarnar, og komu beinavegin yvir at heilsa uppá. Onkur kendi mostrina, onkur ommuna og onnur komu bara yvir at rósa náttarravnunum fyri hetta tiltakið. Serliga ungdómurin var positivur mótvegis náttarravnunum og náttarravnarnir nýttu høvið at bjóða teimum ungu karamellir, ella okkurt annað um tørvur var á tí.
Meðan bólkurin hjá Carl A. Arge fekk eina hóvliga byrjan niðri í býnum, so fingu hini eina sindur dramatiskari uppliving uppi í høllini. Tveir politibilar við fýra politistum og ein sjúkrabilur vóru við stuttum millumbili uppí badmintonhøllini. Men tað vísti seg tíbetur ikki hava so nógv upp á seg. Onkur var komin upp at sláast og politiið varð tilkallað, men tá ið teir komu á staðið var friðaligt og ikki varð gjørt meir við málið enn, at teir koyrdu ein drong heim, sum var eitt sindur uppøstur.
Og løtu seinni kom sjúkrabilurin á staðið, tí ein genta var smallin um í høllini.
Klemm og kossar
Sum kvøldið leið, og náttarravnarnir blivu troyttari og onkur stríddist við vaksandi pínu í beininum, var neyðugt at halda út. Tí tað vaks bara við fólki úti á gøtuni, og alt fleiri høvdu hug at heilsa uppá náttarravnarnar. Nú var tað ikki bara nokk at takka fyri ella rósa teimum fyri tiltakið, nei nú skuldu náttarravnarnir eisini klemmast, og onkur hevði eisini hug at kyssa onkran av náttarravnunum, men tá bleiv í so nógv av tí góða og tískil mátti viðkomandi bert taka til takkar við einum klemmi.
Ímillum klemmini og kossarnar so vóru onkrar løtur har náttarravnarnir máttu traðka til og taka ábyrgd. Tí í faldaranum hjá náttarravnunum stendur, at teir skulu hjálpa strandaðum ungum heim, og tað bleiv eisini brúk fyri, tá ið náttarravnarnir komu fram á ein ungling sum hevði fingið heldur nógv at drekka og var sovnaður úti á gøtuni. Og tað bleiv eisini gjørt. Náttarravnarnir vaktu unglingin og fingu í lag, at hann kom trygt heim.
Ein serlig hending var, tá ið ein genta kom yvir og persónliga takkaði fyri, at náttarravnarnir vóru á rætta staðnum til rætta tíð, tá ið teir komu framvið henni meðan hon var í einari støðu har hon føldi seg hóttan. - Eg føldi ein persónligan tryggleika, at tey vóru har, tí eg føldi meg rættiliga hótta, segdi tann unga gentan, sum týðiliga stuðlaði náttarravnunum.
Og tað sást, at náttarravnarnir vórðu serstakliga væl nøgdir og ernir av tí, teir høvdu útint.
Vælnøgdir náttarravnar
Tá ið klokkan leið ímoti fimm á morgni og gøturnar byrjaðu at tømast fyri fólki, settu náttarravnarnir kósina heimaftur. Avtalað var at møtast aftur í hølinum hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, fyri at lata jakkarnar inn aftur, fáa ein kaffimunn við rundstykkum afturvið og taka samanum.
Ein fastur táttur sum náttarravnarnir hava, er, at hvør bólkur skal skriva í logbókina um, hvussu kvøldið hevur gingist. Og so var eisini hesaferð, umframt at tey eisini komu ásamt um at senda eina klagu um ljósviðurskiftini aftanfyri badmintonhøllina, tí tey meta at har er ov myrkt.
Men tað sum tók øll av bóli, er hvussu væl tey eru móttikin, og hvussu positivur ungdómurin var, tí tað vóru líka nógv tey heilt ungu sum róstu náttarravnunum. Onkur fór so langt at siga, at náttarravnarnir eru líka vælumtóktir sum jólamaðurin. Tað er í so nógv gjørt av, men í øllum førum kann tað staðfestast at nýggju barnagenturnar er vælumtóktar. Ein fekk varhugan av, at hesi fólkini høvdu hugnað sær í býnum í nátt, tí stemningurin var góður og øll høvdu mót uppá at royna hetta aftur. Nú var tíð at fara til hús, klokkan var farin av hálvgum seks og náttarravnar skulu eisini sova.