Tað eydnaðist ikki teimum griksku politikarunum at semjast um at skipa stjórn, og tí er nú greitt, at grikkar skulu aftur á val í næsta mánað. Tað sigur talsmaðurin hjá Karolos Papoulias, forseta.
Á valinum fyri níggju døgum síðani fekk eingin flokkur nóg stóra undirtøku til at skipa stjórn, og fleiri royndir at fáa eina samgongu eru miseydnaðar.
Enn er valdagurin ikki ásettur, men sambært griksku vallógini verður tað miðskeiðis í næsta mánað, og fleiri fjølmiðlar gita, at tað verður tann 17. juni. Hetta til valið skal ein fyribilsstjórn stýra, og hon verður ætlandi mannað í morgin.