Nú venur Ronaldo á Tórsvølli

Beint nú hevur Portugal seinastu venjingina áðrenn risastóra dystinum á Tórsvølli í morgin

Eftir tíðindafundin á Tórsvølli var venjing á skránni hjá portugisisku evropameistarunum, sum spæla HM-undankappingardyst ímóti Føroyum á Tórsvølli í morgin. Venjingin er í gongd beint nú, og at døma eftir upphitingini, so kann í øllum førum staðfestast, at allir portugisararnir eru í sera góðum lagi - í øllum førum, tá ið teir beint nú spæla ta tiltiknu ,,brummuna".

 

Ein hópur av fólki er í løtuni rundan um Tórsvølli. Talan er um venjing, sum almenningurin ikki sleppur at síggja, og tí máttu vónríkir fjepparar stilla seg bæði uttanfyri Hotel Føroyar og Tórsvøll fyri at fáa møguleikan at síggja Cristiano Ronaldo og hinar stjørnurnar hjá Portugal.

 

Sum skilst, so royndu onkur børn at snýkja seg inn um stadionøkið fyri at síggja portugisararnar nærri, men hesum fingu vaktirnir á Tórsvølli forðað.

 

Sí myndatema av venjingini niðanfyri: