Nú verða aftur grundøki at fáa í Kollafirði

Tórshavnar Kommuna hevur lagt fram eina nýggja ætlan fyri Kollafjørð. Øki verða sett av til sethús og til eitt miðstaðarøki.

Kollafjørður: Nú skal aftur verða møguligt at fáa grundøki til keyps í Kollafirði.
Í mong ár hevur høvuðsstaðurin stríðst við at útvega grundøki til øll tey mongu, sum ynsktu og ynskja at seta búgva her.
Men í Kollafirði hevur støðan eisini verið hon, at trupult hevur verið at útvega nóg nógv grundøki til eftirspurningin.
Hetta hevur Tórshavnar kommuna nú sett sær fyri at finna eina loysn uppá. Og á býráðsfundi hóskvøldið var eitt mál um broytingar í byggisamtyktini í Kollafirði til viðgerð.
Hetta málið varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Tørvur
Tað hevur leingi verið tørvur á grundøkjum í Kollafirði, tí eftirspurningurin hevur verið so stórur.
Nú hevur kommunan so gjørt ein býarplan fyri Kollafjørð, har ein í fyrsta lagi fær eini 70 grundøki til sethús. Ætlanin er eisini at útvega sær øki til framtíðar menning av bygdini.
Neyðugt hevur verið at broytt byggisamtyktina fyri bygdina, har tað í fyrstu syftu snýr seg um grundøki og í øðrum lagi eisini til miðstaðarbygging.
Í samband við málið vóru komin inn trý mótmæli frá borgarnum í Kollafirði, sum m.a. mótmæla broytingunum av økjum  m.a. at eitt ávíst øki, sum varð nýtt til landbúnað skuldi broytast til eitt alment frílendi, og eitt annað, har mótmælt verður at eitt landbúnaðarøki verður broytt til alment endamál.
Alt málið hevur eisini verið til ummælis í tí serstøku Kollfjarðarnevndini, sum hevur tikið undir við ætlanini.
Øll hesi mótmælini hava verið viðgjørd í nevndunum, men semja er kortini um at halda fast við tær ætlaðu broytingarnar.
Og á býráðsfundi hóskvøldið varð so samtykt at fara undir hesa ætlanina.