Nú verður aldursmarkið lækkað fyri at koyra prutl

Fyri trimum árum síðani samtykti Løgtingið at lækka aldursmarkið fyri at koyra prutl - og nú verður tað sett í verk

Nú eru trý ár síðani, at løgtingið samtykti at lækka aldursmarkið fyri at koyra prutl.

 

Hetta var kortini ongantíð sett í verk, tí tvístøða tók seg upp um, hvør skuldi hava ferðsluundirvísingina um hendi.

 

Men Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at nú ætlar hann at skera ígjøgnum, og at seta Løgtingsins vilja í verk á hesum øki.

 

Tá ið Løgtingið broytti lógina, vórðu prutlini samstundis flokkað í tveir bólkar. Annar bólkurin eru tey lítlu prutlini, sum koyra 30 kilometrar um tíman, tað eru prutlini, vit hava í dag. Í dag er aldursmarkið 16 ár fyri at fáa koyrikort til prutl, men løgtingið samtykti, at fyri hesa støddina á prutli, skal aldursmarkið lækka niður í 15 ár.

 

Men nú verður gjørdur ein býggjur bólkur av prutlum, stór prutl, ið koyra 45 kilometrar um tíman. Í dag krevst 18 ára aldursmark til at koyra prutl og motorsúkklu, ið koyrir meiri enn 30 kilometrar um tíman, men í hesum sambandi hevur løgtingið samtykt, at nú skulu 16 ára gomul kunna taka koyrikort til stór prutl.

 

Løgtingið ætlaði, at undirvísingin í ferðslu til tey 15 og 16 ára gomlu, skuldi vera undir kvøldskúlunum, ella í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum.

 

Men tað er ein uppgáva, kommunurnar ikki hava viljað átikið sær og tí eru nýggju aldursmørkini fyri at koyra prutl, ongantíð sett í verk.

 

Men Henrik Old sigur, at nú ætlar hann sær at skera ígjøgnum, og at seta skipanina í verk.

 

– Tað eru trý ár síðani, at Løgtingið samtykti hetta, so nú eigur tað at verða sett í verk, sigur hann.

 

Hann undrast á, at kommunurnar ikki hava viljað átikið sær uppgávuna at undirvísa teimum ungu í ferðslu, tí hann vildi mett, at tað hevði verið ein nógv smidligari skipan, at havt undirvísingina kring landið enn noyða nógv ung av bygd, til Havnar.

 

Men hann sigur, at tá ið kommunurnar ikki vilja átaka sær uppgávuna, er onki at gera, uttan at finna eina aðra loysn, so at hetta kann setast í verk, undir Akstovuni, og tað fer hann undir nú.

 

Seinni hava vit eina frágreiðing um, hví kommunurnar ikki vilja átaka sær uppgávuna at undirvísa teimum ungu í ferðslu í sambandi við at taka koyrikort til prutl