Nú verður farið at gera tunnil til smábygdir

Løgtingsmaður heldur, at tunnilin til Dals má verða tann fyrsti, og Landsverk ger nú uppskot um ein Dalstunnil

Nú verður gongd sett á arbeiðið at bora tunlar til nakrar smábygdir í Føroyum, har vegasambandið er vánaligt.

 

Hetta hevur verið eitt hjartamál hjá Henriki Old, landsstýrismanni, og nú er tað loksins komið so langt, at ætlanin er at seta eina slíka ætlan í verk.

 

Í hesum sambandi hevur sett sjey milliónir av á fíggjarlógini fyri næsta ár, og verður tað samtykt, verður farið til verka at arbeiða so langt, játtanin røkkur. Men endamálið er so at seta eina upphædd av um árið, so at eitt tunlatoymi hjá Landsverki kann vera til arbeiðis at bora tunlar.

 

Henrik Old hevur hugsað sær til, at hetta nýggja tunlatoymið skal bora tunlar til smábygdir sum Fámjin, til Dal, Tjørnuvík og Gjógv.

 

Hetta eru alt bygdir, tosað hevur verið um at gera tunnil til í meiri enn ein mansaldur, men hvørja ferð detta tær niðurímillum teir stóru tunlarnir

 

Jónleif Johannsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at tunnilin til Dals má verða tann fyrsti, sum verður gjørdur, tí vegurin til Dals er beinleiðis hættisligur í støðum.

 

Annars er ein millión sett av til Dalsvegin, at gera ábøtur, har hann er ringast. Men hann heldur, at tann, sum hevur koyrt til Dals, ella siglt framvið, kann bara ásanna, at Dalsvegurin er tann ringasti vegurin í landinum.

 

Hann sigur, at einaferð í fyrndini varð ein ætlan løgd fyri um ein Dalstunnil, men tann tunnilin, og vegirnir til og frá, vóru so forkromaðir, at tað varð skjótt greitt, at tað fór einki at spyrjast burtur úr tí.

 

Men nú hevur hann biðið Landsverk um at leggja eina nýggja ætlan um ein tunnil, men hesa ferð verður talan um eina einfalda loysn, har endamálið er at fáa farleiðina inn frá eggini, men har tað ikki.

 

– Tað hevur størsta skund at fáa ein tunnil til Dals, leggur Henrik Old afturat.

Hinvegin hildu bæði Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, at frægasta loysnin var at bjóða arbeiðið at bora tunnil til Fámjins, saman við Hvalbiartunlinum, men Henrik Old sigur, at tað veldst um, hvat politisk semja kann fáast um.