Eitt djúpt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer spakuliga í ein eystan og viknar sum frá líður. Eitt brúgvalag haðani, við regni og vindi, fer framvið Føroyum í morgin. Seinni í vikuni fara Føroyar væntandi at liggja í einum ráki av landnyrðingi, millum eitt lágtrýst yvir Skotlandi og eitt hátrýst yvir Eysturgrønlandi.
Veðrið í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Sólin sær, men út á dagin dregur samanum og tað fer at regna. Hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig. Í nátt snarar hann í ein útsynning og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Tað klárar í, samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 7 hitastig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Okkurt æl, men eisini onkrir sólglottar. Hitin um dagin millum 3 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 6 hitastig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av útsynningi ella ymsum ættum, 2 til 7 m/s, sum út á dagin snarar í ein landnyrðing og veksur vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Okkurt æl, men eisini onkrir sólglottar. Hitin millum 2 og 6 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum øtlar í strúk í vindi upp í skrið av eystri og landnyrðingi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt, men sum frá líður meiri regn. Hitin millum 2 og 7 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, um náttina minkar hann tó vindin. Skýggjað og regn ella ælaveður, um náttina bara okkurt einstakt æl. Hitin millum 2 og 6 stig.
Sunnudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, ssamdrigið og ælaveður, sum frá líður sum kavi. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.