Nú verður lættari hjá hjúnafeløgum at broyta navn

Landsstýrismaðurin hevur fingið fleiri áheitanir um at broyta navnalógina

Nú skal tað bera til hjá báðum pørtum í einum hjúnalagi at fáa navnið hjá hvørjum øðrum. Tað er endamálið við einum uppskotið, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, ætlar at leggja fyri Løgtingið í næstum.

Tað ber nevniliga ikki til sum er. Í dag kann annar hjúnafelagin fáa eftirnavnið hjá hinum, tá ið hin góðtekur tað. Men tað ber ikki til hjá báðum hjúnafeløgunum at seta millumnøvn saman, so at tey eita tað sama.

Landsstýrismaðurin nevnir eitt dømi, sum er, at giftast M Olsen og K Joensen, kann M fáa eftirnavnið hjá K sum sítt eftirnavn, so at bæði eita Joensen til eftirnavn. Men M kann eisini eita Olsen til millumnavn, soleiðis at fulla navnið verður M Olsen Joensen.

Men K kann ikki fáa sær Olsen til millumnavn, og fer sostatt bara at eita K Joensen. Helgi Abrahamsen sigur, at nú er ætlanin at broyta lógina, so at bæði kunnu eita tað sama, í hesum føri Olsen Joensen.