Nú verður listaskáli gjørdur í Suðuroynni

Palle Julsgart á Tvøroyri ætlar at geva suðroyingum høviat síggja føroysa og útlendska list

Gongst sum ætlað, fáa suðuroyingar skjótt høvi at fara á listaframsýning í einum veruligum listaskála.

Tað er Palle Julsgart á Tvøroyri, sum nú fer at lata ein listaskála upp á Tvøroyri.

Listaskálin ?Oyggin? er um at verða liðugt og hesar dagarnar er stigtakarin í ferð við at leggja seinastu hondina á verkið.

Og sum navnið sigur, er ætlanin, at nýggi listaskálin skal vera fyri allar suðuroyingar.

Tann 70-80 fermetra stóri listaskálin er í kjallaranum í sethúsum hansara á Tanganum á Tvøroyri.

Palle Julsgart ætlar at lata upp einaferð í summar.

? Tað næsta verður at gera tað heilt liðugt. Síðani er at finna listafólk at sýna fram og annars at seta eina skrá saman við ymsum tiltøkum til tann dagin, latið verður upp.

Hann sigur, at ætlanin er at lata upp so skjótt hann hevur nøkur listaverk at vísa fólki.


Søkt kommunur um stuðul til ljós

Ein fortreyt fyri einum slíkum listaskála er avbera góð ljósviðurskifti, og nettupp ljósini er tann størsti trupulleikin hjá honum í løtuni.

? Tað er neyðugt at hava serlig ljós, sum líkast so nógv dagslýsi sum gjørligt. ? Ljósini kosta 30.000 krónur og eg havi loyvt mær at søkja kommunurnar í oynni um stuðul til ljósini, sigur Palle Julsgart.

Hann vónar at kommunurnar taka undir við umsóknini tí hann heldur, at tær áttu at havt áhuga í at styrkt mentanarlívið í Suðuroynni.


Vil hava alla list

Hann sigur, at ætlanin er at listaskálin skal vera opin fastar tíðir, so at fólk altíð skulu vita, nær tað ber til at síggja listina.

Og ætlanin at at vísa alt slag av list fram í ?Oynni? bæði føroyska og útlendska.

Palle Julsgart sigur, at hann er nú blivin limur í, ?Samarbejdende Kunstforeninger?, ?SKF?, sum hevur 25.000 limir.

Ígjøgnum hendan felagsskapin hevur hann vónir um at fáa útlendsk listafólk til Suðuroyar at sýna fram.

? Men sjálvandi er eisini ætlanin at fáa føroysk listafólk hendavegin í tann mun, tað letur seg gera.

Eitt nú eit hann, at serliga um summarið kann tað verða trupult hjá listafólki at ?sleppa framat? í Havnini.

Men so kann Listaskálin Oyggin verða ein annar møguleiki.

Hann skal eisini hava eina heimasíðu á internetinum.

Fyribils hevur hann bara fingið teldupost. Bústaðurin er [email protected].


Saknur á listaskála

Palle Julsgart sigur, at hann hevur altíð hildið, at mentanarlívið í Suðuroynni hevur manglað ein listaskála.

Sjálvur hevur hann málað í nógv ár og tí helt hann, at skuldi hann gera nakað, lá tað nær at gera ein listaskála.

? Tað hevur verið ein dreymur í nógv ár at latið ein listaskála upp í Suðuroynni, men tað er ongantíð blivið til nakað fyrrenn nú.

Avgerandi skumpið fekk

hann, nú hann sjálvur hevði eina framsýning í eini lítlum býi beint uttan fyri Århus herfyri.

? Har sá eg, hvussu ein kann bera seg at og tá hugsaði, at hetta læt seg saktans gera á Tvøroyri.

Hann heldur, at ein listaskáli er sjálvsagdur í Suðuroynni.

?Ikki bara tí at ongin er frammanundan.

? Men eisini tí, at náttúran í Suðuroynni er øðrvísi enn í Føroyum annars -og sjáldsama vøkur.

? Ikki minst litspælið gevur listarligan íblástur, sigur Palle Julsgart.