Hondbóltur
Vanliga verður steypakappingin í hondbólti ikki veruliga spennandi, fyrr enn komið er til fjórðingsfinalurnar, og soleiðis er eisini hesaferð. Tað er nevnliga ikki fyrr enn nú, at fyrstudeildar liðini hjá ymsu feløgunum koma at hittast, men hetta merkir tó ikki, at eingin av undanfarnu dystunum hevur verið spennandi. Eitt nú mundi tað eydnast triðju deildarliðnum hjá kyndilsmonnum at basa besta liðnum hjá H71.
Fleiri lokaluppgerðir
Tá alt kom til alt, so kom tann stóra sensatiónin tó ikki hesa ferð, og hetta merkir, at øll sjey fyrstu deildarliðini eru komin í fjórðingsfinalurnar hjá bæði monnum og kvinnum. Einastu liðini, sum ikki eru úr bestu deildini eru næst besta mansliðið hjá Neistanum og so kvinnurnar hjá Tjaldrinum, sum helst eru nógv sterkasta liðið í aðru deild.
Sum lutakastið vísir, so verður tað hjá monnunum at kalla bert lokaluppgerðir, sum eru á skránni. Ein í Eysturoynni, ein í Norðstreyimi og so tvær í Havn, har H71 tykist hav fingið lættasta dystin.
Viðmerkjast skal eisini, at HSF eisini í fjórðingsfinalunum tilskilar sær rætt at styrkismeta liðini, og er hetta orsøkin til, at eingi av teimum fýra ovastu liðunum í fyrstu deild skulu spæla ímóti hvørjum øðrum.
Hjá kvinnunum verður hinvegin ikki talan um nakra lokaluppgerð. Her eru liðini somuleiðis styrkismett, og skal útgangsstøði takast í landskappingini, so er væntandi, at liðini í hálvfinaluni verða Neistin, Stjørnan, VÍF og VB.
Tað er upp til feløgini at gera av, nær dystirnir í Coca-Cola kappingini verða leiktir, men HSF hevur tó ásett, at hesir skulu vera avgreiddir í seinasta lagi 22. desember.
Dystirnir í steypakappingini eru hesir:
Menn:
H71-Neistin II
Neistin I ? Kyndil I
KÍF I ?VÍF I
Tjaldur I -StÍF I
Kvinnur:
Neistin I ? Sóljan I
VÍF I ? Tjaldur II
StÍF I ? Stjørnan I
Kyndil I ? VB I