1. DEILD
B71 er nýtt oddalið í næstbestu deildini. Leygardagin fingu teir fulla úrtøku, meðan LÍF, sum higartil hevur verið fremsta liðið, ikki fekk meiri enn eitt stig burturúr á heimavølli ímóti TB. Um tað er LÍF ella B71, sum er allar besta liðið í næstbestu deildini, verður avgjørt í Leirvík í annaðkvøld. Tá verður dysturin spældur frá 9. umfari, sum dómarin var so skilagóður av blása av, tí hann metti, at líkindi ikki vóru at spæla.
B71 hevur 24 stig, og LÍF hevur 23 stig. AB er við 22 stigum rættuliga væl við í oddastríðnum, meðan FSV04 við tapi í lokaluppgerð misti týdningarmikil fet í strembanini at sleppa upp í part, har tað er mest spennandi at kappast.
KÍ-B71
Sandoyingar hava samanspælt nýtt lið, og tað er farið rættuliga at líkjast hjá teimum. Men tað hevur ikki verið serliga hugaligt hjá teimum tvær tær síðstu ferðirnar. Fyrst vunnu teir 16-0 á heimavølli ímóti VB/Sumba, sum segðist ikki at vera fullmannað á Sandi, og á Norðoyastevnu fóru teir úr Klaksvík við 10-1 sigri! Tað er ikki serliga hugaligt.
KÍ helt tørn í 19 minuttir, áðrenn toppskjúttin Clayton Soares fekk hol á. Hann gjørdi trý mál, nýggi danski spælarin hjá B71, Asbjørn Hvelplund, skoraði fyrsta málið fyri nýggja felagið hjá sær.
Aleksander Djordjevic hevur ábyrgdina av næstbesta KÍ liðnum, sum hesa ferð so at siga bara var mannað´av ungum spælarum. Eftir steðgin setti ábyrgdarmaðurin seg sjálvan á vøllin, og hann fekk átta minuttir undan leikloki loyvi at pynta um Norðoyastevnuna.
SÍ-FS Vágar
Í fyrsta umfari vóru sørvingar vónbrotnir, tá ið teir fóru úr Sandavági við 3-2 tapi, eftir at teir tvær ferðir høvdu verið á odda. Hesa ferð vann SÍ 2-1, eftir at einki mál var komið í 1. hálvleiki. Gestirnir úr Sandavági mistu í 1. hálvleiki Birgir Joensen, sum fór út við skaða, og teir gjørdu sær fyritreytirnar undan seinna umfarinum uppaftur torførari, tá ið Karl Johan Djurhuus varð rikin av vøllinum í síðstu sekundunum av 1. hálvleiki.
SÍ hevði gott pláss í 2. hálvleiki, og undanvindurin gjørdist betri, tá ið Messias Perreira tveir minuttir eftir hvíldina setti krúllin undir hornasparksinnlegg.
FSV svaraði aftur, tá ið Jógvan Holm, sum var komin á vøllin stutt eftir steðgin, javnaði eftir frísparksframlegging. Átta minuttir undan leikloki tryggjaði Marcello Marcellino SÍ øll stigini. Hann var heilt leysur og sneiddi framvið málverjanum Trygva Askham, áðrenn hann trillaði bóltin í málið.
Royn-AB
Argjamenn komu úr Hvalba við fullari úrtøku. Umstøðurnar vóru einki serligar á grasvøllinum, og í 1. hálvleiki kom einki mál. Eingin ivi var kortini um, at tað vóru gestirnir, sum høvdu størri tyngd og vóru nærri við at fáa mál.
Nýggi stórskjúttin hjá AB fekk hol á. Uppspælinum stóðu veteranarnir fyri. Rúni Nolsøe spældi til Allan Mørkøre í høgru, og unglingaspælarin Dion Jacobsen setti innaru síðu á innleggið.
Allan Mørkøre syrgdi sjálvur fyri seinna AB málinum. Uppspælinum stóð Rani Dal-Christiansen fyri. So ráddi tað mest um hjá AB at halda tørn. Tað kom spenningur í aftur, tá ið Royn fekk brotsspark, og Tórður Hentze hjá AB eftir horna hevði bjargað við hondini á strikuna og varð rikin av vøllinum. Liðformaðurin hjá Royn, Frits Eið, umsetti úr ellivu metrum, men Royn kom ikki nærri, og argjamenn fóru væl nøgdir til hús við trimum stigum.
VB/Sumba-HB
Eingin ivi var um, at gestirnir høvdu tað betra liðið. Teir á heimaliðnum vóru heldur ikki hepnir. Teir noyddust at gera allar útskiftingarnar, og seinna partin av 2. hálvleiki spældu teir við tíggju monnum, tí fjórði skaddi maðurin var farin av vøllinum.
Høgni Joensen gjørdi fyrsta HB málið eftir horna. So var tað áhugavert at staðfesta, at Hendrik Rubeksen, sum í næstan eitt ár var burtur frá fótbólti orsaka av brotnum beini, rættuliga tykist at vera við at koma fyri seg. Hesa ferð sá Popczynski, sum var á HB liðnum, við egnum eygum, at ungi maðurin er um at koma í dystarvenjing. Hendrik skoraði tríggjar ferðir.
LÍF-TB
Mál eru besta undirhaldi í fótbólti. Tí kann ikki sigast annað, enn at leirvíkingar og hinir áskoðararnir fingu undirhald fyri allar pengarnar, tá ið teir, áðrenn teir fóru undir fjørðin at halda Norðoyastevnu, vóru eygnavitni til átta mál í uppgerðini millum LÍF og TB.
TB legði fyri sum eitt óløgi. Teir løgdu seg framum við tveimum málum, og serliga Óli Johannesen var væl upplagdur. Hann skoraði trý av málunum, sum TB fekk. Kaj Roest legði TB framum.
LÍF megnaði at reisa seg eftir stóra skelkin, sum tað var, at TB eftir lítlari løtu hevði skorað tvær ferðir. LÍF var á odda 4-3, inntil Óli Johannesen í allar síðstu løtu javnaði og harvið tryggjaði sær eitt stig.