Kýpriska stjórnin kunngjørdi í gjárkvøldið, at landinum tørvar ein búskaparligan hjálparpakka frá ES. Pakkan ætlar stjórnin í Nicosia at brúka til at forða fyri, at kreppan í Grikkalandi skal fáa ov stórar avleiðingar fyri tann kýpriska fíggjatheimin.
Keldur í Nicosia vistu tíðliga í gjár at siga, at stjórnin fór at venda sær til ES við umbøn um hjálp úr bjargingargrunninum EFSF. Fyrr hava Grikkaland, Írland og Portugal fingið hjálp úr grunninum.
Spanska stjórnin hevur sagt, at henni tørvar hjálp til bankarnar, men hon hevur ikki søkt enn.