Næmingar á miðnámi sakna føroyskt lærutilfar

Í januar í 2022 spurdi Tórður Johannesarson, lærari á Glasi, næmingaráðini á miðnámi: 1) hvørjir fyrimunir og hvørjir vansar eru at brúka danskt/eingilskt lærutilfar, og 2) hvørjir fyrimunir og hvørjir vansar eru at brúka føroyskt lærutilfar.

 

Hetta stendur í grein,Skúlablaðið hevur á síni netsíðu.

 

Fyrimunir at brúka útlendskt tilfar

 

Eitt av næmingaráðunum vísir á, at tað er ein fyrimunur at brúka útlendskar lærubøkur, tí á tann hátt læra tey hugtøk, sum tey kunnu brúka, um tey fara at lesa á hægri lærustovni, hetta ger seg serliga galdandi í náttúrulærugreinum. Tey vísa á, at tað verður lættari at fylgja við í undirvísingini, um man velur at lesa uttanlands. Um ein hevur nýtt føroyskt lærutilfar allan fólkaskúlan og á miðnámi, og kemur til Danmarkar at lesa víðari, kann tað verða trupult at fylgja við og at skilja øll tey donsku ella eingilsku heitini, ið verða brúkt. Tí er tað gott, at tey hava lært at brúka hugtøk og heiti á donskum ella eingilskum, so tey ikki koma at vera aftan fyri hini.

 

Øll greinin sæst á skulabladid.fo: Næmingar á miðnámi sakna føroyskt lærutilfar (lararafelag.fo)