Næmingar fáa aftur eina lættari próvtøku í summar

Undirvísingin hevur verið so illa skerd av koronu og tí verður próvtøkan lagað til

Aftur í summar fáa tey, sum ganga á miðnámsskúlunum kring landið, eina lættari próvtøku enn tey høvdu fingið undir vanligum umstøðum. Tað staðfestir Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum. Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, um hann ikki ætlar at leggja upp fyri, at undirvísingin hevur verið so skerd av koronu aftur í ár, at næmingarnir hava ikki fingið ta undirvísing, teir eiga at fáa. Tí heldur hon heldur ikki, at teir kunnu fara upp til próvtøku sum vanligt.

 

Jenis av Rana ásannar, at aftur í ár hava bæði næmingar og lærarar ligið sjúk ein part av árinum, ella tey hava verið í sóttarhaldi. Tí fer hann at leggja uppskot fyri Løgtingið um at avmarkað talið á próvtøkum í miðnámsskúlunum.

 

Nógv ung í Føroyum fara til Danmarkar at lesa tá ið tey eru hava fingið miðnámsprógv og har hava myndugleikarnir tikið støðu til at skerja talið á próvtøkum. Gera vit ikki tað sama, verða tey ungu í Føroym verri fyri enn tey ungu í Danmark at sleppa inn at lesa. Tí fer Jenis av Rana at leggja uppskot fyri Løgtingið í næstum um at skerja talið á próvtøkum so at næmingar í Føroyum ikki vera fyri vanbýti, samanborið við tey ungu í Danmark.