Nær verða ferjulegurnar lidnar?

Tingmaður vil vita, nær arbeiði við ferjuilegum til Kalsoyarsigling verður liðugt

Tað er Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum hevur sett Jóhan Chritsiansen, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein grein 52a fyrispurning um málið. Tingmaðurin spyr soleiðis:

1. Nær verður arbeiðið á ferjuleguni á Syðradali liðugt?

2. Nær byrjar arbeiðið á ferjuleguni í Klaksvík?

3. Hvussu nógv skal gerast á ferjuleguni í Klaksvík?

4. Nær væntast hesi bæði arbeiði at vera liðug?

5. Kennir man endaliga kostnaðin?

Í viðmerkingum til fyrispurningin vísir Beinri Johannesen á at fyri einum ári síðani blivu pengar játtaðir til at gera tillagingar á ferjuleguni á Syðradali. Orsøkin er fyrst tann, at Teistin skal røkja Kalsoyarleiðina, men eisini, at ein nýggj ferja skal eftir ætlan røkja leiðina í framtíðini.

– Tá umbønin um eykajáttan bleiv viðgjørd bleiv millum annað spurt, um játtanin fór at halda, og um hvussu umfatandi arbeiðið í Klaksvík fór at vera, sigur Beinir Johannesen.

– Fíggjarnevndin skrivaði í sínum áliti, at hon hevði fingið upplýst, at bert smærri tillagingar skuldu gerast í Klaksvík, og at játtanin fór at halda, sigur hann.

– Nú hevur arbeiðið verið í gongd í eina tíð á Syðradali, og enn er tað ikki byrjað í Klaksvík. Í almenna rúminum verður spurnartekin sett við, hví arbeiðið ikki er sett í gongd, og hvussu umfatandi tað í veruleikanum er. Fyri at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, verður hesin fyrispurningur settur, sigur Beinir Johannesen, løgtingsmaður.