Í gjár varð løgreglan rættiliga úti um seg fyri at kanna ferðsluna. Tey vóru ymsastaðni á meginøkinum, bæði á vegastrekkjum í bygdum øki og óbygdnum øki.
Úrslitið varð, at næstan 20 bilførarar vórðu skrivaðir upp. Níggju av teimum vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, og tveir av teimum koyrdu alt ov skjótt, tí teir fingu eisini eitt klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50.
Ein bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra yvir um eina hindrunnarstriku í sambandi við eina yvirháling.
Og ein annar fekk klipp í koyrikortið fyri at koyra ov tætt uppi í reyvini á bilinum frammanfyri.
Somuleiðis fekk ein bilførari bót fyri at koyra bil, hóast hann ikki hevði koyrikort. Hann hevði mist tað og ikki fingið upp í lag at taka tað aftur.
Í nátt varð løgreglan annars á ferð við alkometrinum fyri at vita um bilførarar vóru edrúir. Fleiri bilar vórðu steðgaðir, men eingin av bilførarunum hevði drukkið.