Næstan 4000 fólk verið í veitslu

Hetta høvdu tey ikki torað at droymt um, og nú mugu tey, sum ætla sær við, skunda sær

- Hetta tordi eg ikki at droyma um.

 

Tað sigur Marita Dalsgaard, sum hevur leikstjórna sjónleikinum, Veitslan.

 

Higartil hava næstan 4000 fólk sæð nógv umrødda sjónleikin, har Helgi Dýrindal hevur bjóðað í 65 ára føðingardag.

 

Men føðingardagurin gongur ikki sum ætlað, tí longu undir borðhaldinum heldur elsti sonurin røðu, har hann fortelur, hvussu pápin gjørdi seg bæði inn á hann, og systrina, kynsliga allan teirra barndóm. Samstundis ákærir hann pápan fyri at hava dripið systrina, sum tók lívið av sær.

 

Leikstjórin hevði ikki væntað, at leikurin fór at vekja slíkan ans. Men tey, sum framvegis ætla sær í veitslu, hava nú bara tveir møguleikar eftir.

 

Klokkan 16 í dag verður hann vístur í Norðurlandahúsinum, og týskvøldið verður hann vístur í Skúladeplinum í Hovi

 

- Síðani skiljast sjónleikararnir fyri seinastu ferð, tí við einum leikhópi, har sjónleikararnir eru úr fýra londum, ber ikki til at halda fram við at spæla í langa tíð, siga fyriskipaarnir.

 

Kortini verður nú arbeitt fyri at fáa leikin á pall í øðrum Norðurlondum eisini.

 

Veitslan er ein stór norðurlendsk verkætlan við fólki úr fimm Norðurlondum. Tjúgu sjónleikarar í aldrinum 9 til 67 eru við í leikinum, og teir eru úr Íslandi, Grønlandi, Danmark og Føroyum, og annars hava fólk úr Noregi, Danmark og Føroyum verið í leikinum.

 

Leikurin er ikki fyri børn undir 14 ár.