- Tað hevur verið lítið at frætt um áhuga fyri fiskavirkinum í Vestmanna, síðan skipini, sum vóru heimahoyrandi har, vórðu seld av bygdini, sigur stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen. Herfyri frættist, at áhugi var fyri at leiga ella keypa fiskavirkið í Vestmanna frá felagnum, Faroe Origin, sum nú eigur hetta virkið saman við virkjunum á Toftum og í Runavík.
Sum skiltist, var onkur fyrispurningur úr Føroyum, eins og felagið Espersen á Bornholm eisini hevði víst virkinum áhuga.
Ætlanin hjá Espersen var so mikið ítøkilig, at felagið - umframt at hava samband við eigararnar av virkinum - eisini hevði verið í samband við Vestmanna kommunu um treytir fyri eitt nú lendinum, sum virkið stendur á.
Dávid Jacobsen, stjóri í Faroe Origin, sum eigur virkið í Vestmanna, sigur, at í seinastuni hevur lítið verið at hoyrt til áhugaðar leigarar ella keyparar.
- Nú er tað ikki vist, at eg veit alt, tí vit eru tveir stjórar í felagnum, men mær kunnugt hevur lítið og einki samband verið millum okkum og áhugaðar leigarar ella keyparar í longri tíð.
Dávid Jacobsen heldur líkt vera til, at áhugin fyri virkinum í Vestmanna er minkaður, síðan fleiri av skipunum, sum vóru heimahoyrandi í bygdini, nú eru seld til Klaksvíkar.
- Í øllum førum veit eg, at eingin avtala er komin upp á pláss um leigu ella sølu av virkinum í Vestmanna, sigur stjórin í Faroe Origin.