Nakað umskipað, áðrenn byrjað verður í næstum

Áðrenn Skeiðsdepilin á Langasandi leggur frá landi, varð neyðugt at gera nakrar smábroytingar, verður sagt í tíðindaskrivi frá Skeiðsdeplinum á Langasandi

Onkrir smáir trupulleikar og áheitanir frá fleiri fólkum hava elvt til, at onkrar ætlanir eru endurskoðaðar, summi skeið umskipað og sostatt nakað bíligari. Men nú verður lagt til brots við góðum treysti.

Øll byrjan er torfør. Ikki minst, tá ið tað, ið farið verður undir, ikki hevur verið roynt fyrr. Og tá ræður um at rætta ymist, sum í fyrstani var hildið vera frálíkt, men sum seinni kann koma aftur um brekku. Lætt er at gera skipanir og leggja til rættis frammamundan, serliga um tú ikki kennir allar smálutir til lítar, kanst ætla um avleiðignar og tílíkt. Tá ræður um ikki at læsa seg fastan, men heldur at laga og broyta slíkt, ið ikki tykist sannlíkt ella ikki er sambæriligt.

Hetta er tað, tey á nýggja Skeiðsdeplinum hava gjørt seinastu vikuna, hóast fyrispurningarnir hava verið tættir, ja, fleiri enn tvey hundrað brævbjálvar við tilfari eru sendir út til einstaklingar, virki, stovnar, myndugleikar o. s. fr. - so áhugin hevur verið alstórur frá byrjani tíðliga í summar. Og fleiri tilmeldingarbløð eru send aftur, har fólk vátta luttøku á flestum skeiðum.


Atfinningar

Men onkrar góðviljaðar atfinningar hava eisini verið, sum Depilin hevur tikið til sín og ger nakað við. Til dømis tað, at tey 4 x 5 daga skeiðini óivað gjørdust í so drúgv, og at illa lá fyri hjá nógvum at taka lut á fýra vikuskeiðum av arbeiðsligum orsøkum. Eisini gjørdust hesi skeið í so dýr at reka.

Tí hevur leiðslan gjørt av at seta seks »miðvikuskeið« í staðin fyri hesi fýra vikuskeiðini; og tey verða hildin frá týskvøldið til hóskvøld. Í flestu førum í somu vikum sum áður, tó at tvey eru komin afturat. Samanlagda tímatalið verður tá 120 tímar; á hinum hevði tað verið um 150 tímar. - Men so minkar savnaði skeiðskostnaðurin eisini úr 15.800 niður í 11.700 krónur, skeiðskostnaður, gisting, máltíðir, tilfar og annað íroknað. Og avsláttur verður givin virkjum og stovnum.

Støku skeiðini eru eisini vorðin nakað ódýrari; so nú kosta støku miðvikuskeiðini 2.300 krónur, og støku vikuskiftisskeiðini 2.100 kr.


Nýggja skipanin

Miðvikuskeiðini verða hesi: MVR-1: Føroyskt, hægri (21-23/9, 26-28/10, 16-18/11, 25-27/1, 22-24/2 og 21-23/3), MVR-2: Enskt, hægri (14-16/9, 5-7/10, 23-25/11, 11-13/1, 8-10/2, 29/2-2/3), MVR-3: International Relations (28-30/9, 5-7/10, 14-16/12, 1-3/2, 7-9/3 og 11-13/4) og MVR-4: Public Speaking (19-21/10, 7-10/12, 18-20/1, 15-17/2, 14-16/3 og 4-6/4). - Enn eru pláss á teimum øllum, hóast luttakaratalið er avmarkað til 12. Vikuskiftisskeiðini, t.e. frá fríggjakvøldi til sunnudag, eru óbroytt, men okkurt er skert har eisini, so savnaði skeiðskostnaðurin nú er 10.500 krónur, sum er 1.200 krónur minni enn frammanundan lýst.

Vikuskiftisskeiðini fevna um: VRS-1: Føroysk rættskriving og málrøkt (17-19/9, 22-24/10, 19-21/11, 7-9/1, 4-6/2 og 17-19/3), VSR-2: Enskt lágstig (10-12/9, 8-10/10, 12-14/11, 10-12/12, 21-23/1, 10-12/3), VSR-3: Enskt framhald (3-5/9, 1-3/10, 5-7/11, 3-5/12, 14-16/1 og 3-5/3). - Eisini á hesum skeiðum eru framvegis einstøk pláss; men eisini her er luttakaratalið avmarkað til eini 12.

Støku miðvikuskeiðini fyrru vetrarhálvuna verða: V-1: Oljubúskapur, 30/11-2/12; Myndlist, 12-14/10; Átrúnaðarligar rembingar, 9-11/11, og Bókmentir, 29-31/10. - Og støku vikuskiftisskeiðini verða einans trý hetta til desember, nevniliga: VS-1: Dansur og kvæðamentan, 24-26/9; Heimspeki og hugmyndir, 26-28/11, og Cross-cultiral Relations, 15-17/10. Helst rættlag

Við hesum vónar nýggi skeiðsdepilin, at allar tær skeiðsrøðir, ið helst verða fullteknaðar, kunnu haldast uttan fleiri broytingar. Eisini hevði Depilin fegnast um at frætt um onnur skeið, sum fólk hava áhuga í at fáa sett í verk. So statt verða broytingar og nýggj skeið lýst so hvørt. Onkur hevur kanska verið ørkymlaður um, at tilmeldingarfrestin varð framlongd í seinastu viku; men hetta hevði eisini sínar náttúrligu orsakir. Summu faksaðu, men komu ikki ígjøgnum, onnur vóru beint komin úr summarfrí og høvdu ikki sæð skeiðsmappuna.

Í byrjan kann slíkt ofta væntast; men nú man alt vera komið í rættlag. Depilin er liðugur at flyta inn í og byrja skeiðini í komandi viku, og tekning fer fram, til skeiðini eru fullsett. - Tað hóskar kanska frægast her á landi.

Sí annars lýsing Depilsins í blaðnum.