Fyri fyrstu ferð nakrantíð skipar Cippo fyri striptease. Tað verður nú fríggjakvøldið, tá kendi danski stripparin Bettina kemur at lata seg úr á dansistaðnum.
– Ja tað er fyrstu ferð, at vit skipa fyri tílíkum. November er ein mánaður har tað hendir lítið, og nú er eisini langt síðani at striptease var í Føroyum, so tí hava vit tikið stig til hetta, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Cippo.
Bettina fer tó ikki bara at blaka klæðini fríggjakvøldið. Ein part av kvøldinum verður hon eisini í barrini og serverar toppleys fyri kundunum.