Nakrar viðmerkingar til Fimmaran í Útvarpinum 2/2-2000

Eftirsum formaðurin í Búskaparráðnum noyddist at brúka næstan alla sína talutíð upp á at verja seg móti álopum frá monnum, ið ikki hava lisið skjalið frá Búskaparráðnum um ein fiskidagamarknað nóg væl, ístaðin fyri at greiða frá, hvat uppskotið gongur út uppá, vil eg gjarna nýta nakrar reglur uppá at siga tað, sum kundi verðið sagt, um hinir luttakararnir høvdu hildið seg til evnið, kjakast varð um

Tað, sum ikki

skuldi verið sagt

Fyrst kunnu nøkur viðurskifti fáast upp á pláss, sum ikki hava nakað við skjalið um fiskidagamarknað at gera, men sum Bjarti Mohr og Jørgin Niclasen blandaðu uppí lortaspannirnar, teir tveittu eftir formanninum í Búskaparráðnum.

?Um skattalættin hjá fiskimonnum skal avtakast ella ikki hevur einki við uppskotið um ein fiskidagamarknað at gera.

?At Bjarni Olsen samstundis við at vera formaður í Búskaparráðnum er stjóri í Føroya Sparikassa hevur slett einki við uppskotið at gera.

?At limirnir í Búskaparráðnum ikki eru uppremsaðir í byrjanini av búskaparfrágreiðingini er ein feilur frá mínari síðu og tí mín ábyrgd sum skrivari í Búskaparráðnum, og er slett ikki úttrykk fyri at limirnir vilja goyma tann veruleika, at allir limirnir uttan Anfinn Olsen eru cand. dit ella cand. dat, sum fiskimálaráðharrin róði uppundir.


Økonomiska motivatiónin

Tvey høvuðspunkt eru í uppskotinum hjá Búskaparráðnum:

2.Føroya fólk eigur tilfeingið

3.Tað skal vera lætt at koma inn í fiskivinnuna (og fara útaftur).


Ogn Føroya fólks

Fiskur í sjónum er eitt tilfeingi, akkurát sum olja í undirgrundini. Í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur at fiskurin í føroyskum havøki er ?ogn Føroya fólks?. Altso eiga eg og Jákup Sólstein og Palleba og Fossadun og allir aðrir føroyingar líka stóran part av tilfeinginum, sum svimur runt Føroyar ? eingin meira enn hini og eingin minni. Í 1994 var hetta tilfeingið latið nøkrum fáum at nýta ókeypis í 10 ár. Eingin rindaði felagskassanum hjá mær og Sigmar Bláberg og Osmundi Justinussen og øllum øðrum føroyingum, nevniliga landskassanum, nakað, fyri at teir sluppu at nýta okkara tilfeingi. Tað sum hendi í 1994 var sostatt, at allir føroyingar góvu nøkrum fáum eina gávu uppá fleiri milliónir krónur. Legg til merkis, at øll sum eru komin inn í fiskiskap við Føroyar síðan 1994 hava goldið fyri tilfeingi, tey brúka, tí tey hava goldið teimum, sum fingu fiskirættindini ókeypis, fyri hesi rættindi.


Sæð frá sjónarhorninum hjá vanligum føroyingum sum mær og tær og Páll í Svínoy merkir uppskotið um ein fiskidagamarknað bara, at vit krevja gjald fyri, at onnur nýta tilfeingið hjá okkum, ístaðin fyri at tað hvørt 10. ár verður latin nøkrum fáum ókeypis. Um tað er rímiligt ella ikki, kann einhvør meta um sjálvur, men hetta er so fyrsta implikatiónin av uppskotinum hjá Búskaparráðnum um ein fiskidagamarknað. Tað kann nevnast, at hetta er samsvar við Caragata álitið, sum mælir til at fiskivinnuni verður álagt eitt tilfeingisloyvisavgjald (síða 57, tilmæli 6).

Í hesum viðfangi kann eg nevna, at óttin hjá Bjarta Mohr, fyri at uppskotið fer at gera milliónaíløgurnar hjá honum og øðrum virðisleysar, tí fiskirættindini verða ognartikin, er púra ógrundaður. Eingi rættindi verða tikin frá teimum, sum eru í vinnuni í løtuni, tí í uppskotinum stendur, at nýggja skipanin fyrst skal byrja í 2004, tá tey núverandi fiskirættindini, sum staðfest í lógini um vinnuligan fiskiskap, ganga út og fella aftur til landið.

Vert er at leggja til merkis, at hetta fyrra høvuðspunktið í uppskotinum er óheft av tí seinna. Hvussu langt tíðarskeið fiskirættindini, ið seld verða, skulu vera galdandi, hevur sum so einki at gera við meginregluna um, at Føroya fólk skal selja fiskirættindi og ikki lata tey ókeypis. Tað ber væl til at selja langtíðarrættindi ? tað er hetta sum hendir í dag, men tað er bara ikki Føroya fólk sum selur, men menn, ið hava fingið hesi rættindi ókeypis frá mær og tær og Palleba og Marsannu og...

Og lat okkum enda viðgerðina av tí fyrsta høvuðspunktinum við at kalla ein spaka fyri ein spaka: Landið áleggur ikki vinnuni skatt, um tað krevur gjald fyri fiskirættindi. Tað selur eina vøru, sum tað higartil hevur latið vinnuni ókeypis. Søla av fiskidøgum er ikki meira skattauppkrevjing, enn søla av fiski frá skipum á eini gólvuppboðssølu er tað.


Lætt at koma inn og út

Tað seinna høvuðspunktið er, at tað skal vera lætt at sleppa inn í fiskivinnuna. Á henda hátt fáa øll áhugaði ein møguleika at royna seg í fiskivinnuni, og harvið gerst vinnan meira dynamisk. Til at røkka hesum endamálið verður skotið upp, at fiskirættindini, sum verða seld, skulu vera tíðaravmarkað, og helst skulu tey vera galdandi so stutt tíðarskeið sum gjørligt.

Styttri tíðarskeið rættindini eru galdandi, minni er kravda kapitalbindingin, tað vil siga minni av peningi skal á borðið, áðrenn tú sleppur út at fiska. Haraftrat skal bert hyggjast eitt stutt tíðarskeið fram og ikki fleiri ár, tá metast skal um virðið á fiskirættindunum, ið keypt verða. Tí verður vágin ikki so stórur, og tí vilja peningastovnarnir eisini vera skjótari at veita fígging til góðar ætlanir. Hetta merkir aftur, at tað ikki verður kapitalstyrki men førleiki á sjónum, ið avgerð hvør fær fiskidagar. Í staðin fyri at bert teir, sum kunnu leggja fleiri milliónir á borðið, sleppa inn í fiskivinnuna, so fer at bera til at keypa sær fiskirættindi fyri kanska nakrar fáar túsund krónur, so øll hava ein møguleika.

Men summi vilja vera við, at vágin verður størri, tí tú ikki veitst um tú fer at hava nøkur fiskirættindi um eitt ár. Tí fer eingin at tora at seta pening í nakað skip, verður sagt. Men eitt flakavirki veit heldur ikki, um tað hevur nakað tilfeingi at arbeiða við um eitt ár. Tá eitt flakavirki verður bygt, verður nógvur peningur settur í bygningar og útgerð, uttan at vissa er fyri, at nakar fiskur verður at hagreiða um eitt ár. Sama meginregla er galdandi fyri hýruvognar, bilverkstaðir, skipasmiðjur, hárfríkaðnarstovur, matvøruhandlar_og allíkavæl tora fólk at byggja sær eina tilveru upp um slíkar vinnur. Hví kann tað sama ikki vera galdandi fyri fiskiflotan?

Her er tað av avgerandi týdningi, at uppskotið ikki leggur upp til, at um fiskirættindini til dømis eru galdandi 6 mánaðar, so vera fiskidagar bert seldir 6. hvønn mánað. Fiskidagar kunnu seljast hvønn dag, um ynski er um tað. Um ein handilsmaður selur allar mjólkapakkarnar í kuldaskápinum, er hetta ikki einstýðandi við at hann ikki selur mjólkapakkar aftur fyrr enn um eina viku, tá teir seldu mjólkapakkarnir ikki eru drekkandi longur. Øllum kunnugt fyllir hann kuldaskápið aftur so skjótt sum gjørligt. Tað sama er galdandi fyri fiskidagamarknaðin. Sjálvt um seldu fiskirættindini eru galdandi 3 mánaðar, so kann marknaðurin selja nýggj fiskirættindi hvønn dag, so leingi fiskidagar eru á lagri. Tað sum er týdningarmikið er, at tað er eitt støðugt útboð av einum tilfeingi, líkamikið um talan er um mjólkapakkar ella fiskidagar, soleiðis at um tú ikki kundi keypa tilfeingið í dag, so er møguleiki aftur í morgin.

Men um reiðarin yvir eitt longri tíðarskeið ikki klárar at keypa sær fiskidagar, fer hann á húsagang, kann onkur mæla ímóti. Men tað er júst hetta ein marknaðarbúskapur gongur út uppá. Um reiðarin ikki er kappingarførur fer hann á húsagang akkurát sum handilsmaðurin ella bilverkstaðurin eisini fara á húsagang, um teir ikki eru kappingarførir. Grundleggjandi trupulleikin við føroysku fiskivinnuni er, at ov nógvir eru um boðið at fiska ov lítið av fiski. Einhvør mekanisma er neyðug at stýra, hvør sleppur at gagnnýta hetta avmarkaða tilfeingið.

Men tað er júst hetta marknaðarmekanisman (eisini kallað prísmekanisman) er so ótrúliga góð til. Um fiskidagar verða seldir á uppboðið vil prísmekanisman avgerða - ísakalt og ópersónliga - at teir ella tey effektivastu sleppa at fiska, meðan hini mugu finna sær ein annan vinnuveg. Tað vil siga sama skipan sum er galdandi fyri tey, sum vilja royna seg í skipasmiðjuvinnuni ella hárfríðkanarvinnuni ella matvøruhandilsvinnuni ella flakavirkisvinnuni ella oljuvinnuni ella_Við núverandi skipan er tað fiskimálaráðharrin sum avgerð, um reiðari dit ella reiðari dat skal sleppa at fiska. Við einum fiskidagamarknaði kundi fiskimálastýrið kanska spart fleiri starvsfólk, og harvið kundi skatturin verðið lækkaður.

Annars ber til, um ynski er um tað, at selja fiskirættindi við ymiskum loyvistíðum. Tað ber til dømis væl til at hugsa sær, at seld verða rættindi, sum eru galdandi í 6 mánaðir, 1 ár, 2 ár og 5 ár. Á henda hátt kunnu til dømis ung, ið vilja royna seg, keypa fiskirættindi galdandi 6 mánaðar fyri á henda hátt koma í gongd. Tey meira etableraðu í vinnuni kunnu so keypa rættindi, sum eru galdandi eitt longri tíðarskeið. Við eini tílíkari skipan kunnu aðrir trupulleikar stinga seg upp, men ikki meira um tað her.


Aðrir partar

av uppskotinum

Tey bæði høvuðspunktini, sum eru gjøgnumgingin omanfyri, eru kjarnin í uppskotinum hjá Búskaparráðnum um ein fiskidagamarknað fyri Føroyar. Øll onnur viðurskifti eru í hesum sambandi minni týdningarmikil. Aðrir eginleikar við fiskidagamarknaðinum kunnu skipast eftir ynski, til dømis at bert føroyingar skulu kunnu bjóða upp á fiskidagar, og at útróðrarflotin upp til ávísa stødd skal vera undantikin.

Ein konstatering

Arbeiðið hjá Búskaparráðnum er at koma við óheftum, fakliga kompetentum lýsingum av føroyska búskapinum og tilmælum til, hvussu hesin kann skipast á besta hátt, til frama fyri alt Føroya fólk. Í hesum sambandi er náttúrligt at leita sær upplýsing hjá teimum, ið hava sítt dagliga starv í teim pørtum av búskapinum, sum arbeiðið viðvíkur, tó uttan at lata áhugamálini hjá hesum avgera, hvat endaligu tilmælini hjá Ráðnum eru. Eftir úttalilsunum í Fimmaranum at døma er sitandi fiskimálaráðharri tann síðsti, ið kann geva eitt positivt íkast til hetta arbeiðið.


Jóannes Jacobsen

cand. oecon.

skrivari í Búskaparráðnum