Nakrar viðmerkingar til tað øsing sum nú fer fram

Frímund Hansen
------

Nú eru nógv sum kóka súpan av skattauppskoti Fólkafloksins. Lætti til tey vælbjargaðu verður dúgliga róð frammundur, at hetta skal verða. Tað passar nokk eisini, at tað eru tær stórstu lønirnar sum fáa mest. Men tað skal bara mangla. Tað eru eisini tær sum betala so nógv tann mesta skattin frammanundan. Og tað verða framvegis tær størstu lønirnar sum koma at gjalda so nógv tann stórsta partin í skatti, eisini frammyvir, bæði í krónum og prosentum. Hetta um skattauppleggið verður framt sum í samgonguskjalinum stendur. Og vit skulu minnast til, at tað er eingin sum fær meir skatt. Hevði tað verið, so hevði eg kanska skilt eitt sindur av hesi øsing. Tað legði Javnaðarflokkurin annars upp til í sínum uppskoti.
Men trupuleikin liggur ikki her. Trupuleikin er veruliga tann, at tað loysir seg lutfallsliga illa at forvinna nógv. Og serliga tað, at taka nakrar eyka tímar, sum tikið verður til. Tað rætta má verða, at man veit, hvat ið man eigur eftir, eftir lokið verk. Havi eg engt ein stamp, og avroknaður 100 kr. So er avgerandi at vita, hvat ein eigur sjálvur, eftir at landið og kommuna hava fingið sítt. Tað ger ikki tað sama, um tað er 60 kr, ella 45 kr. So stuttligt er tað heldur ikki at egna. Sama er við eyka yvirtímanum.
Vit hava onga aðrar staðir progresivitet inni, uttan í skattastiganum fyri landsskattin. Hesin er komin í, óiva fyri at symbolisera ein ávísan solidaritet. Men trúgv mær, hann hevur ikki størri virði enn symbolikkin sjálvan. Rættvísur er hann so á ongan hátt; og tað verður hann heldur ongantíð.
At lætta trýstið á hægru lønirnar kann hava sera jalig árin á búskapin og serstakar partar av samfelagnum. Vit gremja okkum ofta um, at fólk flytir av landinum og serliga er tað av tí útbúna slagnum. Læknarnir støðast ikki, ella fáast ikki til sjúkrahúsverkið. Eingir akademikarar eru í vinnulívinum. Eingir granskarar fáast til granskaraumhvørvið o.s.fr. Hetta eru alt lønarbólkar í tyngra endanum. Verður lætt um, so verður, alt annað líka, nemmari at fáa hetta fólkið at støðast ella at leita sær hendavegin. Og upp á sigt verður bíligari at seta og hava hesi fólkini í starvi. Vit mugu skipa tað soleiðis, at hetta fólkið søkir hendavegin, heldur enn higani frá. Hetta er sum í øllum ørðum viðurskiftum, vit mugu hava eina kappingarføra skattaskipan. Tað er ikki nokk at Th. Kommuna hevur ein bás á Job-Match einaferð árliga. Tað skal nakað meir til.
Og so er tað pensjónsskattingin. Eg haldi at í grundini man tað verða ein misskiljing, at man kann spara upp landsins pengar á egnari pensjónskonto.
Omaná, í mongun førum, at landi so lánir sínar egnu pengar aftur frá pensjónsfeløgum, til egnan rakstur.
Reint solidariskt burdu vit havt betri álit á einum kollektivum landskassa, heldur enn einum tilfeldigum pensjónsfelag. Tvs. at landið skuldi heldur spart upp á egnum kontum, heldur enn á pensjónskonto hjá hvørjum einstøkum.
Vit hava brúk fyri at fáa skil aftur á landskassan, og tað kemur at svíða svárt hjá nógvum. Men vit hava so sanniliga eisini brúk fyri at fáa ferð aftur á samfelagið. Og har er ein innspræning í búskapin upp á 2-300 mió. krónur á rættari leið, og burdi undir ongum umstøðum sligið feil. Hetta um ástøðin í búðskaparfrøðini annars er røtt.
Læt okkum unna hvørjum øðrum eina rættvísari skatting.