Í Narsaq ivast nógv í grønlendskum sjálvstýri

Í Suðurgrønlandi - í Narsaq - eru nógv, sum ivast hvat tey fara at velja, tá ið fólkaatkvøða verður um sjálvstýri í Grønlandi. Eitt av starvsfólkunum í KNR - Judith Hard Peilmann - gjørdi mikudagin eina lítla kanning, fyri at vita, hvat íbúgvarnir í Narsaq søgdu til fólkaatkvøðuna um sjálvstýri í Grønlandi.

Av teimum 51, sum vórðu spurd, svaraðu 24 Ja til sjálvstýri. 6 søgdu Nei. Ímeðan 21 av teimum spurdu vóru ivasom, og vistu ikki um tey stemmaðu Ja ella Nei, skrivar KNR á heimasíðu síni.