Nasisman undir lupp

Torgið í SMS hevur hesar seinastu dagarnar verið karmur um eina forvitnisliga framsýning um nasismuna. Tað er 2.Ð í Hoydølum, sum hevur sett framsýningina upp, og Sosialurin var á staðnum

 

Nógv tilboð eru í SMS hendan mikudagin. Handlarnir lokka við litføgrum plakatum, har tusjprísirnir skyggja eggjandi. Fólk hugna sær við einum ísi uttan fyri Hornið ella drekka ein kaffimunn í Perluni. Onnur hitta kenningar og standa bara og práta. Hetta er friðartíð, og ongin nýtist at óttast annað enn tað, hann sjálvur kann hava komið seg útí.

Men inni á Torginum í SMS er støðan meira álvarslig. Her er framsýning sett upp, sum vitnar um størsta ræðuleika í mannasøguni, nasisman og týningin av jødunum undir seinna heimsbardaga.

Næmingarnir í 2.Ð, sum ganga á málsligu deild í Studentaskúlanum í Hoydølum, hava seinastu vikurnar lagt seinastu hond á verkið.

Fráðgreiðingarnar eru væl kryddaðar við myndum av øgiligum einaræðisharrum, niðurundirkomnum jødum í týningarlegunum og vøkrum ungum sprundum, sum vóru í ungdómsrørslunum hjá Hitleri. Tey hava megnað at funnið eina javnvág millum tekst og myndir.


Føroyingar kenna meira enn týskarar

Eitt tað mest forvitnisliga innleggið á framsýningini, sum stendur á torginum í SMS, er ein spurnarkanning millum føroysk skúlabørn. Tey verða spurd, hvat tey kenna til Holocaust ella jødatýningina undir 2. heimsbardaga. Tað er 2.Ð í Hoydølum, sum hevur staðið fyri kanningini.

179 næmingar úr seks flokkum í framhaldsdeildini vórðu spurdir. Tveir flokkar úr skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, tveir úr Eysturskúlanum í Havn og tveir úr Tvøroyrar skúla luttóku í kanningini.

Allir 179 næmingarnir svaraðu, at teir høvdu hoyrt um, at jødatýning varð framd. 45 prosent av hesum næmingunum vistu eitt sindur meira um týningina enn bara at hava hoyrt um hana. 27 prosent vistu heilt nógv um, hvat jødatýningin var. Sostatt vistu 72 prosent av føroysku næmingunum í framhaldsdeildini meira enn bara, hvat jødatýningin var, meðan restin í minsta lagi hevði hoyrt um hana.

Tað er merkisvert, at øll vistu um, at jødatýningar fóru fram í Týsklandi undir krígnum. Beint við síðuna av úrslitinum av føroysku kanningini hongur úrslitið av eini líknandi kanning, sum er gjørd millum týskar skúlanæmingar í aldrinum 14 til 17 ár.

Skakandi er at síggja, at heili 64,4 prosent av týskum næmingum hava ongantíð hoyrt um jødatýningina, sjálvt um hon fór fram í teirra egna landi.

Tað er Emnid-stovnurin í Bielefeld, sum stóð fyri kannigini, og hesin stovnur er altjóða viðurkendur, so úrslitið er óivað eftirfarandi. Úrslitið er kunngjørt í týska blaðnum Die Zeit.

86,3 prosent av næmingunum ásanna í kanningini, at tey ongan kunnleika hava til holocaust. Í hægri skúlum stendur eitt sindur betur til. Tó siga 43 prosent av teimum spurdu í hægri skúlum, at tey ikki vistu, hvat jødatýningin var.

Vergessen. Nógvir týskarar vilja gloyma jødatýningina heldur enn at tosa opið um hana. Tað er kanska orsøkin til, at vitanin um holocaust er so lítil í Týsklandi.


Næmingarnir fingu hugskotið

Tað vóru næmingarnir sjálvir, sum fingu hugskotið um at arbeiða við nasismuni í søgutímunum. Síðani varð eisini skotið upp, at tey gjørdu eina framsýning við tilfarinum, tey høvdu savnað saman um nasismuna.

Søgulærarin hjá 2.Ð, Jens Pauli Nolsøe, var beinanvegin til dystin fús. Hann heldur tað vera gott við øðrvísi undirvísing av og á, og næmingarnir eru óivað samdir við honum í hesum.

Størsti parturin av arbeiðnum er gjørt fyri summarfrítíðina, tá næmingarnir gingu í 1. flokki. Næmingarnir hava arbeitt saman í smáum bólkum. Hvør bólkur hevur tikið sær av einum evni innan nasismuna, og tey eru komin væl frá tí. Allir teir mest týðandi partarnir eru umtalaðir. Hetta gevur eina góða heildarmynd av nasismuni og gongdini fram til kríggið.

Støða Týsklands aftur til 1870 verður lýst fyri at fáa eina hóming av, hvørjum nasitýskland er sprottið úr. Her verða fleiri evni viðgjørd.

Hvønn leiklut hevði ungdómurin undir stýrinum hjá Hitleri, er ein av spurningunum, sum svar verður givin uppá á Torginum. Ein sera nágreinilig lýsing verður eisini gjørd av, hvussu sjálv týningin fór fram.

Tað er gott at síggja, at evnið eisini verður lýst úr einum føroyskum sjónarhorni. Tey hava leitað gomul føroysk bløð fram á Landsbókasavinum. Úr teimum hava tey funnið, hvat tey føroysku bløðini skrivaðu um Hitler og støðuna undan krígnum.

Tað eina uppslagið verður kallað Satt ella Ósatt. Hetta eru sjónarmið hjá fólkið, sum ikki eru sannførd um, at jødatýning nakrantíð er framd.

Tað var eitt sindur ørkymlandi at lesa, tí tað var ikki øllum greitt beinanvegin, at hetta vóru sjónarmið hjá teimum, sum avnokta holocaust. Hetta kundi verið tilskilað. Tað var tó eitt sera hugvekjandi uppslag hóast alt. Ræðandi lesnaður.


Námsferðin

Framsýningin er ein partur av tí innsavning, sum 2.ð skipar fyri til eina námsferð.

Í hesum sambandi hevur flokkurin køkutombola á torginum fríggjadagin og leygardagin til frama fyri námsferðina. Enn er ikki avgjørt, hvat flokkurin leggur leiðina, men tað eru óivað eins nógvar meiningar um tað, sum tað eru næmingar í flokkinum. Ísrael hevur verið nevnt, og tað er eisini í samsvari við framsýningina at vitja land jødanna.