Natasja Hammer til StÍF

Tíðindaskriv frá StÍF: StÍF og Natasja Hammer hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár.

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Natasja Hammer, leikari.

Natasja Hammer er 20 ár og spælir á vinstra bakki. Hon hevur hevur seinastu tvey kappingarárini spælt í bestu deild í Íslandi við Haukum. Hon hevur gjørt vart við seg í Íslandi og var við til at tryggja Haukum pláss í hálvfinalum. Eisini er hon á føroyska A-landsliðnum.

 

Um nýggja samstarvið við StÍF sigur Natasja:

 

– Eg eri spent til eina nýggja avbjóðing í StÍF. Eg havi valt at spæla við StÍF, tí eg síggi góðar møguleikar fyri at mennast sum leikari í felagnum.

 

Dan M. Jürgensen, høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum, sigur um Natasju:

 

– Vit í StÍF er fegin um, at Natasja hevur valt at spæla fyri okkara felag, og vit gleða okkum at síggja hennara íkast til at styrkja liðið. Sum venjari eri eg spentur at hjálpa Natasju at menna hennara førleikar, á vøllinum og uttan fyri vøllin, í strembanini at røkka hennara málum.

 

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Natasja Hammer, leikari.