Nato-aðalskrivarin fordømir eitran

Jens Stoltenberg vil nú vegna Nato hava eina frágreiðing frá russum, nú tað er prógvað, at andstøðingur varð eitraður.

 

 

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, krevur nú, at Russland fortelur, hvat er hent stjórnarandstøðinginum, Aleksej Navalnyj, sum liggur á sjúkrahúsi í Týsklandi.

Týska stjórnin hevur í dag almannakunngjørt, at andstøðingurin varð eitraður við nervaeitrinum, novitsjok. Hann liggur framvegis í koma.

Jens Stoltenberg fordømir upp á tað harðasta nýtslu av nervaeituri, soleiðis sum gjørt er í hesum føri ímóti Aleksej Navalnyj. 

- Hetta krevur, at Russland beinanvegin setir eina fullgóða og opna kanning í verk, skrivar Nato-aðalskrivarin á Tvitter.

- Vit fara at seta okkum í samband við Týskland og øll hini Nato-londini um málið, skrivar Jens Stoltenberg m.a. á Tvitter.

Týski ríkisleiðarin, Angela Merkel, sigur, at Alexej Navalnyj hevur verið fyri einari drápsroynd, og at endamálið var at fáa andstøðingin at tagna.

Tað eru tvær vikur síðan, at Putin-andstøðingurin gjørdist álvarsliga sjúkur á einari flogferð til Sibiria. Hann varð lagdur inn á sjúkrahús í Omsk og seinni flogin til Berlin.