Nato-lond positiv um uppskot hjá Stoltenberg

Ætlanin er, at ein stuðulsgrunnur á 100 milliardir evrur skal samtykkjast á Nato-toppfundi, sum verður í Washington í juli.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, ynskir, at ein langtberandi grunnur á 100 milliardir evrur verður stovnsettur til frama fyri Ukraina.

 

Sambært tíðindastovuni NTB, sum eitt nú norska kringvarpið - NRK - endurgevur, vilja Nato-londini arbeiða víðari við uppskotinum hjá aðalskrivaranum.

 

Uttanríkisráðharrarnir í Nato-londunum, sum nú eru 32 í tali, eru samdir um at arbeiða víðari við einari ítøkiligari ætlan um ein grunn.

 

Síðan er ætlanin, at ein síkur grunnur skal samtykkjast á Nato-toppfundi, sum verður í Washington í juli.

 

Sambært Jens Stoltenberg er endamálið, at Nato-felagsskapurin skal hava ein størri leiklut í samskipingini av stuðlinum til Ukraina.

 

Uppskotið hjá Nato-aðalskrivaranum er, at grunnurin skal tryggja Ukraina hernaðarligan stuðul tey næstu fimm árini.