-Tað er náttúrligt og gott, at løgreglan kannar virksemið í Vinnuframagrunninum, eftir at ein privatpersónur hevur meldað málið løgregluna, sigur Johan Dahl á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum í dag.
Fyri nøkrum døgum síðani vóru fólk hjá bakmanspolitinum og gjørdu húsarannsókn hjá Vinnuframagrunninum, og í tí sambandi avhoyrdi løgreglan nakrar persónar. Johan Dahl, sigur, at tað er gott og nátúrligt, at løgreglan kannar virksemið hjá grunninum,.
- Løgreglan skal hava bestu umstøður at gera sínar kanningar, og vónandi koma allar relevantar upplýsingar fram, ið fult út kunnu lýsa málið, sigur landsstýrismaðurin.
Bakgrundin fyri, at løgreglan ger kanningar í sambandi við virksemið hjá Vinnuframagrunninum, er, at ein privatpersónur í fjør meldaði málið til løgregluna og samstundis kom við skuldsetingum um, at løgmaður og landsstýrismaðurin í vinnumálum hava breitt út yvir óreglusemi í Vinnuframagrunninum. Hesum vísir landsstýrismaðurin frá sær.
- Hesi uppáhald vil eg enn eina ferð staðiliga afturvísa. Vinnumálaráðið og landsstýrismaðurin hava handlað rætt, sigur Johan Dahl á heimasíðuni hjá ráðnum.
Tann 23. august í fjør lat Johan Dahl løgmanni eina frágreiðing um málið. Landsstýrismaðurin gjørdi av, at frágreiðingin til løgmann skuldi vera almenn, so øll kunnu seta seg inn í málið, skrivar Vinnumálaráðið.