Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN) ger nú vart við, at felagið altíð hevur verið ímóti tilfeingisgjaldinum og vísir á, at til seinastu samráðingar við Føroya Reiðarafelag var tað eina kravið frá FSN, at tilfeingisgjaldið skuldi strikast.
Felagið vísti á, at tann, sum eigur kvotuna, má vera tann, sum rindar fyri hana, og um avgjald skuldi latast fyri somu kvotu, var gjaldið okkum óviðkomandi.
- Samráðingarnar endaðu við ósemju, og Semingsstovnurin varð boðsendur og kom uppí fyri at loysa trætuna. Vit fingu greitt at vita frá Semingsstovninum, at spurningurin um tilfeingisgjald var/ er ein polittiskur spurningur og hoyrdi tískil ikki heima í sáttmálasamráðingunum, men í løgtinginum.
Føroya Skipara-og Navigatørfelag mælir til, at tann sonevndi yvirnáttúrligi vinningurin verður heintaður longri inni í systeminum - og ikki í fyrsta liði.
Felagið heitir tí á Føroya løgting um at broyta orðingina í komandi kunngerð um løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2016.
Í uppskotinum til kunngerð stendur, at "aftrat veiðigjaldinum, sambært § 2, skal eigari av fiskifari undir føroyskum flaggi rinda eitt avreiðingaravgjald, sum er 2 krónur fyri hvørt kilo í rundari vekt av makreli og norðhavssild, sum fiskifarið fiskar við fiskiloyvi til annaðhvørt makrel ella norðhavssild í 2016, og sum fiskifarið landar til virkingar ella frystingar uttanlands.."
- Vit halda, at hesin prísur forðar fyri fríu marknaðarkreftunum og kann virka sum ein beinleiðis stuðul til verandi móttøkuvirki í Føroyum, sum fleiri føroyskir reiðarar eiga í dag. Og manningin hevur onga sum helst ávirkan á prísin, sigur Føroya Skipara-og Navigatørfelag.