Klaksvík: Størsta fiskifarið í føroyska flotanum fekk eina hjartaliga móttøku, tá ið skipið fyrstu ferð kom til bryggju í Føroyum.
Seinnapartin sunnudagin kom Atlantic Navigator til Klaksvíkar, og skipað varð fyri móttøku.
Risastóri trolarin, sum skal avloysa Næraberg, legði at við nýggja havnalagið í Ánunum, og har vóru fleiri hundrað fólk møtt at taka ímóti. Bilar sóust eisini allastaðni, og tey, sum ikki hættaðu sær út í tí kalda veðrinum, fingu eisini eina hóming av, hvussu stórur tann nýggi trolarin er.
Stórur dagur fyri býin
Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg, og borgarstjórin í Klaksvík ynskti nýggja skipinum vælkomnum til Klaksvíkar.
Tað er altíð ein stórur og gleðiligur dagur í býi og kommunu okkara, tá skip leggjast aftur at flotanum, og nýggj spennandi átøk fara av bakkastokki. Hesaferð er dagurin nakað heilt serligt, tí enn einaferð skriva okkara dugnaligu vinnulívsfólk søgu, nú størsta fiskiskipið í flotanum kemur til Klaksvíkar, segði Steinbjørn O. Jacobsen.
Tað er við stórari gleði og við takksemi, býarinnar og kommununnar vegna, at eg bjóði hesum stásiliga avloysaranum hjá Nærabergi, Atlantic Navigator, hjartaliga vælkomnum.
Fólk við dirvi
Borgarstjórin í Klaksvík fegnaðist um samstarvið millum føroyingar og útlendingar um Atlantic Navigator.
Tað er hugaligt við monnum og kvinnum, sum ikki smæðast við at bjóða seg fram at royna nýggjar leiðir og møguleikar og harvið at vinna okkum øllum liviligari kor, segði Steinbjørn O. Jacobsen
Strev tykkara sæst í hesum dag aftur í hesum snotiliga fiskiskipi, sum vit kunnu kalla flaggskip okkara. Vit fegnast saman við tykkum um, at tað er eydnast at fremja í verki hetta tiltak, sum eisini fer at síggjast aftur í fleiri arbeiðsplássum, har eisini ungdómurin kann læra og royna seg í sjólívinum, eins væl og at nýggir framleiðsluhættir verða royndir, soleiðis at sum mest fæst fyri ta ríka tilfeingi, sum er í sjóøki okkara, segði borgarstjórin.
Nógv fólk umborð
Hanus Hansen, stjóri í JFK-samtakinum, ið samstarvar við norska Aker um verkætlanina, takkaði fyri móttøkuna. Hann segði seg hava stórar vónir til nýggja skipið, sum hann vónaði fór at roynast føroyingum væl.
Eftir at almenna móttøkan hevði verið, sluppu fólk umborð at síggja skipið, og tí tilboðnum vóru tað sera nógv fólk, sum tóku av.
Tá ið Næraberg kom til landið fyri nøkrum árum síðani var lítið og einki gjørt burturúr. Kanska var sjálvsáltið tá ikki so stórt, sum tað tykist verða nú, tí bæði føroyingarnir og útlendingarnar, sum starvast við svartkjaftaverkæltanini, kenna seg vísar í, at tað fer at bera til at vinna pengar burtur úr at framleiða svartkjaft til matna.