Klaksvík:
Yvir av eldrasambýlinum á Bøgøtu arbeiða menn við at gera eitt øki klárt til fólk frá NCC at búleikast í, meðan arbeiðið upp á norðoyatunnilin fer fram. So nú fara tey eldru fólkini at fáa aðrar grannar enn matvøruhandil, svimjihøll, ítróttarhøll og dansihøli.
Skúrar verða settir upp til einar 20 mans at búgva í, meðan arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin fer fram. Eisini verður ein kantina har.
NCC vendi sær til Klaksvíkar kommunu og spurdi, um kommunan kundi leiga teimum eitt øki til arbeiðsfólkið at búleikast í. Teir vildu helst hava eitt stað, sum liggur nakað burtur frá arbeiðsøkinum í Borðoyavík.
Kommunan vísti teimum á trý ymisk støð, har eitt tilhaldsøki kundi gerast, og valið fall so á økið millum Skálan og KÍ høllina.
Steinbjørn Jacobsen sigur, at einasta treyt frá kommununi var, at teir ikki koma inn á økið, har ætlanin er at gera nýggja badmintonhøll í býnum.
NCC ger alt arbeiðið sjálvir, og hava teir fingið at vita, at økið skal latast kommununi aftur í sama standi, sum tað var í frammanundan, um ikki kommunan til ta tíð hevur aðrar ætlanir við økinum.
Arbeiðsøki
Uppi við Borðoyavík gongur arbeiðið væl nú. Tað var nakað tarnað av kavanum, sum var herfyri, men nú er ferð sett á. Sum sagt varð fyrsta skotið fyri inntakinum latið av mánadagin, og nú verður ferð sett á tað arbeiðið fyri at klárt skal verða at lata tað fyrsta skotið av til sjálvan tunnilin. Ætlanin er, at tað arbeiðið skal byrja eftir páskir.
Eitt øki sunnan fyri bátahylin í Borðoyavík skal fyllast út og nýtast sum arbeiðsøkið hjá Føroya Konsortium. Einir 30.000 ella 40.000 rúmmetrar skulu fyllast har, og tað er tað fyrsta, sum verður gjørt, áðrenn farið verður í holt við at fylla aðrastaðni sambært ætlanum hjá Klaksvíkar kommunu.
NCC ger sum sagt sjálvt alt arbeiðið við at fáa eitt búpláss til síni arbeiðsfólk, og alt er upp á teirra egnu rokning.
? Væntandi verður búøkið klárt at taka í nýtslu seinast í hesum mánaðinum, sum eg havi skilt tað, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.