Jóanes N. Dalsgaard
Týsdagin 11. september 2001 tók óndskapurin orðið. Og tað so hart, at tað hoyrdist um allan heim. Henda sama morgun fóru fólk í túsundatali til arbeiðis, uttan minsta gruna um, at dagurin, sum bíðaði, skuldi gerast teirra seinasti her á fold. Fólk í túsundatali eru deyð, fleiri ferðir so nógv hava fingið mein, og hugsa vit um hvussu nógv eru meint rakt tosa vit um fólk í milliónatali. Ræðuleikin er so stórur, at hann er ikki til at fata. Og tað í sær sjálvum, kundi verið ein góð undanførsla, fyri at lata vera við at royna at fata. Tað er so nógv lættari at uppfinna einføld svar uppá truplar spurningar, enn tað er at royna at fata tað trupla. At fata, ikki minst tílíkar ræðuleikar, sum teir heimurin í vikuni hevur verið vitni til, krevur tíð og orku hjá tí einstaka, og hjá samfelagnum. At fata tað ófatiliga krevur harafturat, at vit seta spurnartekin við grundarlagið undir tí fatiliga. Tá tað ófatliga er hent, ber ikki til bara at siga, at tað er ófatligt, og tí lata vera við at fata at tað er hent. Tað hevði verið at krógva seg fyri veruleikanum. Og skulu vit halda fram við at liva, so noyðast vit onkursvegna at koma til sættis við veruleikan, soleiðis sum hann sær út.
Í dag er veruleikin grummur at síggja til. Nógv grummari enn ein ungur maður sum eg, havi upplivað fyrr. Men tey, sum eru komin uppí árini, hava áður uppliva, hvussu grummur veruleikin kann vera. Eldri fólk í dag minnast tíðina eftir seinna heimsbardaga, tá tann ófatiligi nasistiski óndskapurin bara spakuliga læt seg fata, ígjøgnum eina ræðuliga og pínufulla uppgerð við eina trygga og fjálga ímynd av tí góða í menniskjanum. Bara við at fata, og koma til sættis við, at óndskapurin býr í okkum øllum, bar til at fata nasistisku ræðuleikarnar áðrenn og undir seinna heimsbardaga. Tað er óndskapurin í okkum øllum, sum fær okkum at lata eyguni aftur fyri óndskapinum í okkum øllum. Tí óndskapurin trívist best í okkum, tá vit ikki eru varð við hann. Tí er tað bert í teirri løtu at vit varnast óndskapin í okkum sjálvum, at vit kunnu temja ella tálma hann, og í staðin royna at gera tað góða. At náa hesum málið krevur eitt stórt stríð. At gera tað góða er eitt stórt og áhaldandi persónligt stríð, sum má stríðast úti ímillum onnur menniskju. At gera tað góða krevur, at vit persónliga taka støðu, at vit støðugt hugsa um okkara persónligu støðu, og at vit virka í samsvari við hesa persónligu støðu. Bara við at gera tað góða kunnu vit halda óndskapinum frá lívinum.
Óndskapur er at lata standa til. Óndskapurin fær orðið, tá vit gevast við at ivast í okkara egna fullkominleika. Tann óndasta gerðin er at kasta ábyrgdina frá sær, at lata onnur hugsa fyri seg. Menniskjan verður ónd, tá hon velur at verða eitt amboð hjá øðrum. Menniskjan verður ónd, tá hon velur at geva seg yvir til sín egna óndskap.
Tí eru tað ónd menniskju, sum standa aftanfyri og sum hava framt yvirgangsatsóknirnar í USA. Tað eru ónd menniskju, sum hava frásagt sær rættin at vera roknað sum menniskju. Tað eru ónd menniskju, sum ikki taka ábyrgdina av sjálvi at vera menniskju. Tað eru ónd menniskju, sum royna at vinna persónlig mál, við at týna onnur menniskju. Tað eru ónd menniskju, sum lata standa til.
Óndskapurin stendur spillnakin og ræðuligur á at líta á Manhattan. Í týndum mannalívum og syndraðum mannalagnum er óndskapurin her, so víðfevndur og harðrendur, sum sjálvdan áður í heimssøguni. Men uttan óndar einstaklingar, var eingin sorgarleikur á hesum sinnið. Talið á deyðum og løstaðum, sigur í sær sjálvum einki um, hvussu nógvan óndskap talan er um. Óndskapurin er altíð líka óndur tá hann sleppur til orðana. Tann óndi gerningurin kann vera meira og minni ræðuligur, meira og minni syndarligur, men hann er altíð líka óndur. Tað uttan mun til um talan er um sjálvmorðsatsóknir í New York og Washington, ella talan er um meiningleys kníválop í Havnargøtum. Mátti hvør einstakur okkara gjørt sítt til, at tálma óndskapin innaní okkum sjálvum, og í so máta verið ein fyrimynd fyri okkara medmenniskju og okkara børn. Tað skal vera mín stilla bøn í hesum ræðuligu løtum.